Skaldsøgukapping

   

Listastevna Føroya bjóðar við hesum til kapping at skriva nýggja, føroyska skaldsøgu. Handritið skal ikki hava verið almannakunngjørt áður. Skaldsøguhandritini skulu verða latin Listastevnu Føroya í seinasta lagi 1. mai 2004.
Ein dómsnevnd metir um tey innkomnu handritini. Í dómsnevndini sita Katrin Næs, studentaskúlalærari, Turið Kjølbro, cand.phil í norðurlendskum bókment-um og Bergur Hansen, mag.art í norðurlendskum bókmentum. Dómsnevndin skilar sær rætt til onga virðisløn at lata.
Umftramt at lúka oman fyri nevndu treytir, skulu handritini verða í minsta lagi 75 A-4 síður til støddar, tey skulu vera skrivað soleiðis, at frástøðan ímillum reglurnar er 1.5, og tey skulu latast Listastevnu Føroya í einari pappírsútgávu og einari teldutøkari útgávu.
Handritini skulu verða send á tann hátt, at inni í brævbjálvanum, sum handritið verður sent í, verður lagdu ein afturlatin brævbjálvi við navninum á skaldsøguni og á henni ella honum, sum skrivað hevur.
Í virðisløn verða latnar kr.150.000,- fyri besta handritið.
Vinnarin verður kunngjørdur, tá Listastevnan 2004 verður sett hin 6. august 2004. Listastevnan verður hildin kring landið í døgunum 6. til 15. august 2004.