Prinsipiell sparing

Páll á Reynatúgvu vil skera stuðulin til uppihaldspening burtur. Bæði fyri at spara til ein sjálvberandi búskap og av prinsipiellum orsøkum

Ein sjálvabarndi búskapur er málið. Tí noyðist Páll á Reynatúgvu at spara fyri at tillaga búskapin.

Tað hevur landsstýrismaðurin áður gjørt greitt í einum almennum lesarabrævi. Men tað er eisini av prinsipiellum orsøkum, at stuðulin verður skerdur.

»Eftir at tey gjaldsskyldugu hava fingið stuðul til uppihaldspening úr landskassanum, sita tey í dag við eini útreiðslu fyri hvørt barnið, sum er góðar 400 krónur um mánaðin. Tað er eftir mínum tykki eingin orsøk til, at allir landsins skattaborgarar skulu gjalda fyri, at henda útreiðslan skal vera so lág. Eg eri væl vitandi um, at tað eisini eru fólk, ið gjalda hækkaðan barnapening og konupening. Men hesar upphæddir verða ásettar í mun til samlaðu fíggjarstøðuna hjá gjaldsskylduga, sum sostatt eigur at megna hesa útreiðslu,« skrivaði Páll á Reynatúgvu í mai í ár.

Andstøðan førir hinvegin prógv ímóti at skerja stuðulin. Kristian Magnussen og Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum søgdu soleiðis í álitinum í Trivnaðarnevndini fyrr í ár:
»Hevði samgongan havt ein veruligan familjupolitikk og viljað gjørt nakað munagott fyri tey børnini, ið fáa barnagjald, átti hon at syrgt fyri at vanliga gjaldið hækkaði heldur enn at leggja stein oman á byrðu hjá teimum, ið verða rakt, um uppskotið verður samtykt. Uppskotið hevur bæði fíggjarligar og sosialar avleiðingar fyri flestu teirra, ið rinda uppihaldspening, og eisini fyri børn og fyrrverandi hjúnafelagar, ið móttaka.«