Til Føroya við Guði í lummanum

Við tungutalu og stórum orðum royndi danski evanglisturin Christian Hedegaard um vikuskiftið at umvenda og grøða fólk í Læraraskúlahøllini. Sjálvur var hann ikki í iva um at hann var sendur til Føroya av Guði.

- Vælkomin her í kvøld. Tit, sum sita aftast, eg síggi tykkum ikki so væl, men vælkomin til tykkum eisini.
- Tit í gongini, komið endiliga inn. Her er gott pláss. Ja aftastu plássini eru longu tikin, so tit vera noydd at koma fram í miðjuna.
Tummas Jacobsen frá Filadelfia, ið bjóðaði teimum gott fýrahundrað uppmøttu sálunum vælkomnum á grøðingarmøti, hevði meira enn ein stikpillara til okkum, sum sótu á aftastu røð. Ikki tí, salurin bleiv fullur og væl tað, so ongin stólur var tómur tá ið avtornaði. Men tað var týðuligt at fremstu og aftastu røðirnar fyltust fyrst, og eins týðuligt at tað kanska var ein ávísur munur á teimum, sum valdu at seta seg fremst, og teimum sum valdu at halda seg eitt vet burturfrá staðnum, har undrini vóru væntandi.

Sendiboð
Tí rætt var tað, at vit á aftarstu røð sótu longst frá Guðs sendiboð hetta kvøldið, evanglistinum Christian Hedegaard, sum komin var at grøða føroyingar. Maðurin, sum seinastu vikurnar hevur lovað, at hóskvøldið, fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið fóru undur at henda í Havn, var nevniliga ikki í iva um, at hann var sendur úr Danmark til Føroya av Guði sjálvum.
Tá evanglisturin miðskeiðis í møtinum heitti á fólk um at stíga fram og játta seg til Guð - og hetta gekk nakað strilti - segði hann tað vera býtt ikki at brúka kjansin júst nú, tá Guð hevði sent seg heilt úr Danmark til Føroya at taka ímóti. Vónandi var tann alvaldandi tó ikki meira í lummanum hjá Christian Hedegaard enn so, at eitt sindur av honum er eftir, nú Hedegaard er farin av landinum aftur, soleiðis at tað eisini í morgin ber til hjá føroyingum at venda sær til harran.
Men vóru tey á fyrstu røð nærri at andaliga epicentrinum, vóru so vóru vit vit á aftarstu plássunum tað nærri einum kanska minst líka umráðandi persóni, kassameistaranum, sum stóð aftast í salinum við dankort sletu og einum grønum pengakassa.

Keyp
Klokkan var farin eitt korter framvið ásettu byrjunartíð, tá Tummas Jacobsen setti møtið í gongd við sangi og greiddi frá um tað, ið henda skuldi í kvøld. Han var siðiligur og lovaði einki. Kundi bara staðfesta, at hinar dagarnar vóru undur sanniliga hend undir hond Christian Hedegaards. Og tað hevði væl verið at farið ov langt um man beinleiðis kravdi Guði eftir undrum her og nú. Ella hevði tað?
Ein ung donsk kvinna við navninum Camilla tók nú orðið. Hon spurdi hvussu nógv ikki høvdu verið til undanfarnu møtir við danska evanglistinum, og tann hálvi salurin, sum við armstrekking viðgekk, at tað hevði hann ikki, fekk eina áheitan um at keypa upptøkurnar av undanfarnu møtum á fløgu. Fýra møtir á fýra fløgum fyri 250 krónur.
Camilla greiddi eisini frá um bøkurnar hjá Christian Hedegaard, sum kundu keypast frá damuni aftast í salinum - kassameistaranum.
Bæði Camilla, kassameistarin, kameramaðurin, klaverleikarin og ljóðmaðurin vóru komin til Føroya við Christian Hedegaard í sambandi við møtirøðina.

Vi starter med en kollekt
So var orðið endiliga givið til høvuðspersónin, Christian Hedegaard. "Vi starter med en lille kollekt", segði hesin karismatiski evanglisturin og greiddi síðan frá, at hann ikki hevði fingið nakra mánaðarløn seinastu seks mánaðirnar, men at hann hóast hetta ferðaðist til tey mest avsíðisliggjandi og guðsforlatnu plássini í heiminum. Hann hevði akkurát verið í Norðureysturgrønlandi og skjótt gekk leiðin til Sámarnar í Finnmørkini. Hesir seinnu dyrka tað okkulta í ólukkumát, greiddi Christian Hedegaard frá.
- Derfor beder jeg om jeres støtte, så vi kan komme ud og tale Guds ord for disse mennesker, heitti evanglisturin inniliga á fjøldina.
Næsti hálvi tímin gekk so við at dankort sletan har afturi í salinum klappaði í takt við lovsangin og lyftisseðlar um framtíðar peningagávur og tilhoyrandi girokort vórðu býtt út í salinum til tey, ið hvørki høvdu kontantir ella gjaldkort við. Umaftur og umaftur heitti Hedegaard á fólk um at skunda sær niðan til dankort sletuna ella at rætta hondina enn hægri upp eftir einum girokorti. Nú og tá segði hann frá gávum, sum onnur høvdu givið fyrr - millum annað ein leðurjakka og ein køk.
Hedegaard fær ikki part av kirkjuskatti ella nakran annan almennan stuðul, og tí er neyðugt hjá honum støðugt at savna pening inn til sítt virksemi. Og nógv vildu uttan iva heldur enn gjarna stuðla honum. Men hátturin hesin evangilistur savnaði pening inn kann í besta føri kallast heldur óføroyskur.

Undur
Men hetta var eitt grøðingarmøti - hóast man kundi havt gloymt tað aftaná hóvastákið hendan hálva tíman - og fólk vóru komin at síggja undur henda. Og undrini, tey byrjaðu so smátt at koma, tá møtið hevði vart hálvan triðja tíma. Evanglisturin segði seg vera sannførdan um, at sjúkur hava eina sál, eina ónda demoniska sál væl at merkja, og at tað ber til at reka sálina burturúr sjúkuni. Fólk við ymiskum sjúkum vórðu tískil grødd við at Christian Hedegaard, onkuntíð rættiliga dramatiskt, rópti á sálina í sjúkuni um at rýma. Onkuntíð varð hetta gjørt á donskum, aðrar tíðir á sokallaðum tungumáli, mál heilaga andans sambært evanglistinum.
Sambært Hedegaard var ikki nóg mikið at biðja Guð um grøðing. Tað var ikki nóg mikið at siga, at um Guð vil, verði eg frískur. Nei, man skal sjálvur taka stig til, at grøðingin hendir umgangandi. Man skal biðja Guð um grøðing her og nú, greiddi evanglisturin frá í fyrilestri sínum. Og tað gjørdi hann so seinni.
Christian Hedegaard tók ikki æruna av undrunum yvir á seg. Men hann forsmáddi tó ikki síni egnu evnir at fáa undur at henda. At tað lá í hansara makt at fáa Guð at grøða fólk, tyktist hann ikki at vera í iva um, og tí valdi hann ein fyri og annan eftir út úr fjøldini og grøddi tey.
Millum merkisverdastu undrini var ein maður, sum reistist frá sínum koyristóli, og gekk runt í salinum. Maðurin segði seg ikki hava verið á beinunum í fýra ár. Ein maður við ringum knøum og annar við sclerosu gjørdu ikki mætari enn at fara rennandi oman alla gongina í Venjingarskúlanum - og niðanaftur.
So okkurt hendi. Spurningurin hvat tað var, sum hendi, verður standandi ósvaraður.