og tíggju ár seinni fingu nólsoyingar sítt virkið, sum fekk navnið Klivar. Onnur fiskavirkir stungu seg eisini upp kring landið í hesum tíðarskeiði. Áðrenn vit fingu tey nýggju fiskavirkini, vóru fiskakjallarar
skuldi sendast til Fjareystur. Men Japan legðist fyri, eftir at amerikanarar høvdu brúkt tvær atombumbur, og so var tað kríggið av. Og tað var kríggj fyri hansara viðkomandi eisini sum heild, sigur Jack [...] Bretlandi. Vit standa og bíða eftir hesum næstan 90 ára gamla manninum, sum skal koma at vitja oyggjarnar fyri fyrstu ferð í 60 ár. Ivaleyst er hann rímiliga birgur, tá hann hættar sær undir hesa ferðina. Tað [...] er ein eldri harri, sum líkist akkurát myndunum av gomlu veteranunum, sum plaga at marchera framman fyri Buchingham Palace í London, tá stóru paradurnar eru at síggja í BBC. Har man ikki vera nógv at ivast
vóru komnir eftir. - Tað var tað so bestemt ikki. Vit komu fyri at vinna dystin, men tíverri so gekk tað ikki. Tað sá annars út til, at tit fyri steðgin høvdu eitt gott tak á dystinum. Hvat hendi eftir steðgin [...] stríða okkum upp til javnleikin. Og fór tað gjøgnum høvdið, at alt árið kanska var farið fyri skeyti, tá teir løgdu seg á odda. - Sjálvandi fara nakrir tankar ígjøgnum høvdið, men tað kom ikki panikkur í,
Áhugin fyri at telva vaks nógv kring allan heimin hesar seinastu vikurnar, tá ið norski Magnus Carlsen og Vishy Anand úr India telvaðu um heimsmeistaraskapið. Tað kemur ikki óvart á, at tað serliga er [...] erten í Oslo er borðið so at siga ruddað. Øll goymslan av talvborðum er seld, og tað er bíðilisti fyri at fáa fatur á talvborðum. Vanliga plaga telvarar, sum eru í feløgum, at keypa helmingin av borðunum [...] fylgdu við, tá ið 22 ára gamli Magnus Carlsen í kapping við meistaran Vishy Anand so hegnisliga telvaði seg upp á toppin og nú er heimsins talvkongur! Í Noregi og kring allan heimin eru tey mong, sum fagna nýggja
búnunum hjá fleiri ítróttarliðum. Keld Mosgaard Christensen dylir heldur ikki fyri, at hetta fyri ein stóran part snýr seg um at geva Atlantic Airways harðari kapping. Sambært teimum sjálvum eigur Maersk-Air [...] staðið nakrar tímar. Fólk høvdu bjálvað seg væl, og onkur soviposið var eisini at síggja. Tey flestu vóru ung fólk, men fleiri tilkomin vóru eisini komin oman í býin. Fyri ikki at skapa ruðuleika fingu øll tey [...] næsti tvey osfr. Tað, sum øll vóru komin eftir, vóru ferðaseðlarnir fyri hundrað og túsund krónur. Nakrir fáir ferðaseðlar vórðu seldir fyri hundrað krónur til Keypmannahavn og Billund. So vórðu eisini ferðaseðlar
meira tilfar til eitt orðaskifti um politisku gongdina her á landi síðani 1998 og takk skal hann hava fyri tað. Partar av greinini geva eina klárari mynd av hvussu Hanus metir gongdina, nú vit kunnu sleppa [...] munurin millum politiskan vilja og søguliga ella søgufrøðiliga lýsing. Politikarar vilja nakað, virka fyri tí og tvinga mangan onnur økir, eitt nú søgu ella bókmentir og list, inn undir henda vilja. Vit kenna [...] Hvussu lítið umhugsað alt var sæst aftur í tí sera ófullfíggjaða lógarverkinum vit dagin í dag hava fyri tey lógarøki, sum kanska hava mest við rættartrygdina hjá tí einstaka borgaranum at gera. Danska skipanin
starvsbólkar, at man er vanur at samráða seg fram til loysnir, men á almenna arbeiðsmarknaðinum er tað ein fyritreyt fyri vælvirkandi viðurskiftum. Ein onnur fyritreyt fyri vælvirkandi viðurskiftum á almenna [...] gott fyri umdømið hjá Fíggjarmálastýrinum um teir tosa við fleiri tungum viðvíkjandi prístalinum - Hettar eigur at metast sum eitt álvarsmál. AT samráðast er eitt kynstur, ið átti at ligið væl fyri hjá [...] samráðingarborðið av nýggjum. Ikki er ráðiligt at vísa seg frá sínari kantutu síðu frammanundan. Eisini er týdningarmikið, at báðir partar vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Í so máta hvílir eisini ein sera tung
fyrst akkurát ov stuttur til innlegg og royndi seg seinni við einum heilfluktara beint uppum… Hetta var dysturin, har HB hevði møguleikan at vinna og leggja seg á odda í Vodafonedeildini – í øllum førum til [...] málum í yvirtíðini, tá HB hevði tikið fólk úr verjuni fram í álopið, so væl lá fyri hjá teimum í FC Suðuroy at metta seg av sjálvtøkuborðinum. Uppiborni sigurin kom sjálvandi væl við hjá FC Suðuroy, ið [...] Tað kundi sæð út sum byrjanin til endan hjá FC Suðuroy, tá HB longu í fimta minutti legði seg á odda í gjár. Talan var um mynsturálop, ið endaði við, at Símun Samuelsen kom til baklinjuna í høgru síðu
arbeiðir dagliga fyri eitt modellfelag í Keypmannahavn Elite Model Management. Sirene setti seg í samband við felagið, ið síðan koyrdi uppgávuna víðari til Turið: - Hóast eg alt fyri eitt fekk at vita [...] Turið so væl og bað hana tískil bara heldur koma við sær til París at gera okkurt smávegis arbeiði fyri seg. Turið fór við honum til Go-feese, ið er eitt slag av casting. Har gekk hon í tvær vikur og fekk [...] fekk nógv burturúr. Tá hon kom heim aftur, vóru nógv áhugað at fáa hana at gera ymiskt arbeiði fyri seg eitt nú kvinnublaðið Sirene, Vi Unge, eitt brúðarblað og ymiskir handlar. Einans í undirklæðum - hvat
stúrt fyri at skula í kamp við krabban, sigur Guttorm Sørensen. Guttorm hevur runnið í so nógv ár, at tað eisini var náttúrligt hjá honum at fara rennitúrar undir viðgerðini.Tá eg var ringast fyri, fór [...] hjálpi uppá manglandi orkuna. Eitt ár seinni, í januar 2016 rennur hann vestri í Vágum og hann klárar seg eitt sindur verri enn væntað, men hugsar tá, at hann møguliga aftur hevur trot á d-vitaminum í kroppinum [...] tilgongdina, er hann ovfarin yvir, hvussu væl viðgerðin hevur gingið. -Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann. -Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar