Í berum undirklæðum

- Tað kendist kanska løgið at spíla eina næstan bera rumpu upp í myndatólið hjá myndamanninum, men tað var stuttligt, og eg eri væl nøgd við myndirnar, sigur bert 17 ára gamla havnagentan Turið Weihe Reinert, ið vísir fram nýggjasta mótan innan undirklæðir í danska kvinnublaðnum Sirene, sum í løtuni liggur á øllum hillunum í føroysku, donsku og grønlendsku handlunum.

Turið Weihe Reinert arbeiðir dagliga fyri eitt modellfelag í Keypmannahavn Elite Model Management. Sirene setti seg í samband við felagið, ið síðan koyrdi uppgávuna víðari til Turið:<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



<o:p> </o:p>- Hóast eg alt fyri eitt fekk at vita, at eg bert skuldi vera í undirklæðum á myndunum í Sirene, ivaðist eg onga løtu. Eg helt tað ljóðaði stuttligt og tók beinanvegin av tilboðnum. <o:p></o:p>


<o:p></o:p>


Av fyrstan tíð meldaðu tvær vinkonur Turið til eina kapping hjá modellfelagnum Elite Model. Turið kom í finaluna, men vann tó ikki. Men til kappingina var ein dómari úr París, og honum dámdi Turið so væl og bað hana tískil bara heldur koma við sær til París at gera okkurt smávegis arbeiði fyri seg. Turið fór við honum til Go-feese, ið er eitt slag av casting. Har gekk hon í tvær vikur og fekk nógv burturúr. Tá hon kom heim aftur, vóru nógv áhugað at fáa hana at gera ymiskt arbeiði fyri seg eitt nú kvinnublaðið Sirene, Vi Unge, eitt brúðarblað og ymiskir handlar. <o:p></o:p>


Einans í undirklæðum - hvat so?
Turið er væl nøgd við myndirnar í Sirene og heldur ikki, tað var undarligt at standa framman fyri myndamanninum einans í undirklæðum:

-
 Øll, ið vóru í hølinum, vóru sera fitt og hjálptu mær væl. Eina løtu kendist tað kanska eitt sindur undarligt at spíla seg fram í næstan berari rumpu framman fyri øllum, men eg havi tikið myndir saman við myndamanninum áður, so tað gekk sum eftir ánni.<o:p></o:p>


Hóast nýggja Sirene blaðið einans hevur ligið á handilshillunum í nakrar fáar dagar, eru tað longu nógv, ið kenna Turið aftur á gøtuni í Danmark:<o:p></o:p>


- Dagliga hugsi eg ikki um, um tað eru nógv, ið veita mær ans. Men fleiri hava tó longu kent meg aftur á gøtunum, og sjálvandi geva fleiri mannfólk mær gætur. Enn er tó eingin, ið hevur fingið ilt av, at eg havi tikið hasar myndirnar. Og teir føroyingarnir, eg havi tosað við, halda tað bara vera stuttligt, og eg havi somuleiðis allan vegin fingið fullan stuðul frá familju og vinum.<o:p></o:p>


Og telefonin hjá Turið hevur somuleiðis gingið heit seinastu dagarnar, og, sum sagt, hava nógv longu ringt og biðið hana gjørt ymiskt arbeiði fyri seg:
- Men enn havi eg ikki játtað meg til so nógv arbeiði. Eg havi ein skúla at hugsa um.<o:p></o:p>


Turið gongur á háskúlanum Egå Ungdomshøjskole og hevur eitt nú lærugreinirnar design, ítrótt og tónleik.
- Mær dámar sera væl at vera á háskúlanum, ið gevur mær nógvar góðar og fjølbroyttar avbjóðingar.<o:p></o:p>


Ikki múgvandi av modellarbeiði
Turið ásannar, at higartil er hon ikki vorðin nøkur múgvandi kvinna av modellarbeiðinum:

- Tað er rættiliga dýrt at flúgva so nógv, sum eg geri, men eg havi, sum sagt, fingið góðan stuðul frá foreldrunum. Mamma hevur eisini verið við mær í Danmark og hjálpt mær væl ávegis við mínari karrieru. Men tá eg havi verið í Føroyum, havi eg arbeitt og vunnið mær nøkur oyru. <o:p></o:p>


Framtíðin?
At gerast modell hevur ongantíð verið ein stórur dreymur hjá Turið, men vinkonur hennara hava altíð eggjað henni til at leggja meira orku í modelllívið:<o:p></o:p>


- Nú havi eg verið so heppin at komið so langt, so hví ikki bara halda fram? Hóast eg ongantíð veruliga havi hugsað um, at hetta skal gerast mín lívsleið, haldi eg tó, tað er vert at royna. So tá eg eri liðug við háskúlan, ætli eg mær at satsa 100%  upp á modelllívið í eitt heilt ár, so fáa vit at síggja, hvussu langt eg komi.<o:p></o:p>


Hóast Turið ætlar at royna hørðu modellverðina í eina tíð, ætlar hon sær tó at fáa sær eina veruliga útbúgving:<o:p></o:p>


- Tað nyttar ikki bara at vera blindur og halda, at ein kann liva av at vera modell restina av lívinum. Eg má eisini hava ein fastan grundarstein at liva av, tá eg ikki longur kann brúkast framman fyri myndalinsuna.<o:p></o:p>


Hørð verð
Eingin ivi er um, at modellverðin er ein hørð verð, ið setir størri og størri krøv til hvønn einstakan. At kalla hvørja viku hoyra vit um stórar stjørnur, ið ikki megna at liva undir hørðu krøvunum, missa mótið á vegnum, drukna í evnismisnýtslu ella verða misnýttar av onkrum skálki. Men Turið er ikki bangin fyri hørðu verðini, ið bíðar eftir henni:<o:p></o:p>


- Higartil hevur alt gingið væl. Onkuntíð havi eg kent meg eitt vet útnyttaða av onkrum. Eitt nú havi eg arbeitt út í eitt ein heilan dag, men hóast hetta fingið lítið og einki afturfyri. Men eg royni altíð at tosa nógv við modellfelagið hjá mær, áðrenn eg sigi ja til ein uppgávu. Og tá eri ónøgd við okkurt, sigi eg altíð frá, sigur Turið og leggur alt fyri eitt afturat, at nógvar modellir, hon arbeiðir saman við, hava fingið at vita, at tær skulu tapa seg og íðka meira ítrótt, men tílíkt tímir hon ikki at hugsa so nógv um:<o:p></o:p>


- Eg eri kløn og havi ikki brúk fyri at tapa meg. Eg eti so at siga júst tað, eg havi hug til, og íðki ikki meira ítrótt enn vanligar gentur. Eg dansi hvørja viku, og so havi eg nakrar ítróttatímar á skúlanum hvørja viku. <o:p></o:p>


Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri aðrar gentur, ið fegin høvdu viljað staðið í tínum skóm í løtuni. Hevur tú okkurt gott ráð til teirra, ið veruliga ynskja at koma líka langt, sum tú ert komin?<o:p></o:p>


- Um tú veruliga ynskir at liva av modellverðini, verður tú noyddur at leggja lív og sál í arbeiðið, tú fært. Í modellverðini fært tú einki ókeypis og noyðist at taka av teimum møguleikunum, tú fært, við einum smíli. Vit eiga tó at ansa eftir, at vit ikki verða misnýtt av øllum teimum hørðu treytunum og skitnu skálkunum, ið modellverðin eisini bjóðar tær, sigur Turið Weihe Reinert at enda.<o:p></o:p>


--<o:p></o:p>


Turið Reinert Weihe<o:p></o:p>


<o:p></o:p>


Fødd: 05.05.88
Hárlitur: Ljóst
Eygnalitur: Blá
Hædd: 1,78 m
Bróst: 70 cm
BH stødd: 70A
Miðja: 50 cm
Mjødn: 80 cm
Klædnastødd: 34
Skógvastødd: 37<o:p></o:p>