Í brigdisleysum haga ? onnur viðmerkingin hjá Hanusi KAMBAN

    

Hanus leggur sera stóran dent á at ein gongd móti loysing eigur at hava stuðul frá einum størri parti av tinginum og at meira átti at verið gjørt við at fingið Javnaðarflokkin við. Hesin hevði kanska, móti at fáa aðrar sømdir, kunnað fingist við til stig D í gongdini, heldur Hanus. Eg skilji Stig D, sum íslendsku loysnina, Konungsríkið Ísland og Kongeriget Danmark, sum skipanin var millum Ísland og Danmark frá 1918 til 1944, við fullum fullveldi hjá altinginum og fólkatinginum, júst tann loysnin Føroya Landsstýri skeyt upp og samráddist við donsku stjórnina um í 2000, men sum danska stjórnin ikki vildi hoyra um. Hetta er áhugavert og tað hevur stóran áhuga at fáa at vita um leiðslan í javnaðarflokkinum er samd við Hanus í hesum. Tað hevði kanska verið eitt hugskot at sent ein drunn til formannin í Javnaðarflokkinum við hesum spurningi.


Í grein í Sosialinum 4. okt. 2003 ber Hanus Kamban meira tilfar til eitt orðaskifti um politisku gongdina her á landi síðani 1998 og takk skal hann hava fyri tað. Partar av greinini geva eina klárari mynd av hvussu Hanus metir gongdina, nú vit kunnu sleppa ummælinum av filminum hjá Ullu Boye Rasmussen.
Viðvíkjandi krøvunum til filmin haldi eg tað vera eitt sindur góðvarið at vænta at filmurin skuldi vera eitt slag av politisk-søguligari, javntvigandi reportasju, sum tað vit síggja í vanligum tíðindasendingum ella søguligum sendingum. Við at geva einum dokumentaristi sum Ullu Boye Rasmussen uppgávuna var ikki annað væntandi enn at filmurin varð søgan sæð gjøgnum eyguni hjá leikstjóranum, soleiðis sum hon fataði søguna. Vit kravdu heldur ikki at Ulla Boye Rasmussen í filminum um Gásadal gav eina fulla mynd av bygdarmenningarpolitikkinum í Føroyum. Ein orðing hjá Hanusi er rættiliga óndsinnað: "Tað prinsipiella í hesum máli er munurin millum politiskan vilja og søguliga ella søgufrøðiliga lýsing. Politikarar vilja nakað, virka fyri tí og tvinga mangan onnur økir, eitt nú søgu ella bókmentir og list, inn undir henda vilja. Vit kenna hetta rákið frá miðøldini og frá nútíðar einaræðum. Søgan verður, undir ávirkan ella trýsti frá valdinum, til mýtologi ella hagiografi. ". Hetta reisir spurningin: Hvør politiskur vilji hevur trýst Ullu Boye Rasmussen? Danskir stovnar sum hava goldið filmin? Neyvan man føroyska landsstýrið havt møguleikar at gera tað.
Mær dámar ikki heldur nýansurnar hjá Hanusi tá hann skákvegis roynir at bera fram ta mynd, at hin grundleggjandi demokratiska verkætlaninat fáa fullveldið aftur til Føroya Løgting, er av sama slag sum politiskar rørslur í øðrum londum í aðrari tíð og við heilt aðrari dagsskrá. Hann sigur: " Mong í hesum liðið (vit gita serliga loysingarhugað kjh) tykjast hava somu viljaheimsspeki sum t.d. Lenin hevði, tað sum eg vil verður. "Hesin mátin at lita myndina av fullveldisveinginum hevur verið nýttur av øðrum, fólkafloksmonnum, sambandsmonnum og javnaðarmonnum og -konum; ikki við at sipa til Lenin, men til Hitler, nasismu og terrorismu. Tað skrivingar- og tosingarlagið stuðlar ikki upp undir eitt bøtt politiskt orðaskifti.
Ein týðandi partur av seinnu viðmerkingini hja Hanusi er ein persónlig lýsing av heimastýrislógini og ríkisfelagsskapinum, væl lýst, men ein fatan sum eg eri púra ósamdur í.
Heimastýrislógin var eitt stig rætta vegin, aftan á føroyska fólki við fólkaatkvøðuni 14. september 1946 hevði sagt nei til teir kostir, sum danska stjórnin - og summir føroyskir flokkar - høvdu borðreitt við. Hanus sær hana í sera jaligum ljósi, sum grundarlagið undir tí framburði, sum hevur verið í Føroyum síðani 1948.
Mín fatan er, at heimastýrislógin skapti eitt ábyrgdartómrúm. Frá einari skipan, har Færø Amt var ein partur av donsku skipanini við vælskipaðum umsitingarligum viðurskiftum, politiska ábyrgdin á greiðum stað hjá donskum ráðharrum og eingi ivamál um býti av ábyrgd millum útinnandi, lóggevandi og dømandi valdið. Í staðin kom heimastýrislógin, sum leggur nøkur mál til føroyskt útinnandi vald og lóggávuval, men ikki onnur og varðveitir dømandi valdið á donskum hondum. Hetta vald varð flutt til eina skipan, sum ikki hevði aðrar royndir enn at vera eitt í flestu førum ráðgevandi amtsráð. Vit fingu eitt blandingsstýri, sum forjónaði politiska ábyrgd. Tað var púra ógreitt hvør tók sær av hvørjum.
46 ár fingu áðrenn hesi viðurskifti so dánt vóru rættað viðvíkjandi útinnandi og lóggevandi ábyrgd, rættarskipanin er enn ikki er fingin í rættlag. Hetta fløkta ábyrgdarbýtið var í nútímans máli "high risk", váðin at skipanin kollsigldi var stórur og tað gjørdi hon eisini í 1951/52 og aftur í 1992.
Hvussu lítið umhugsað alt var sæst aftur í tí sera ófullfíggjaða lógarverkinum vit dagin í dag hava fyri tey lógarøki, sum kanska hava mest við rættartrygdina hjá tí einstaka borgaranum at gera. Danska skipanin sá tað ikki sum sína uppgávu at dagføra lógir innan vernd av sinnisveikum, fosturtøku, familjurætti, viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum fyri bert at nevna tað sum hevur verið frammi í seinastum í fjølmiðlunum. Føroysku myndugleikarnir høvdu neyvan arbeiðsorku at fylgja við og hetta vóru jú oftast mál, sum danskir ráðharrar høvdu politiska ábyrgd av.
Hin fylgjan var, at føroyskir politikarar meira og meira valdu at dúva upp á ríkisveitingar úr Danmark. Vit kunnu rokna danska stuðulin út, sum % av bruttotjóðarúrtøkuni. Í 1950 var danski parturin væl undir 10 %, beint undan kreppuni var hann komin upp móti 20 %.
Orsøkin til hetta var, at føroyskir politikarar ikki høvdu álit á, at føroyski búskapurin kundi fíggja føroyska vælferð. Eitt gott dømi var sera neyðuga nútímansgerðin av sosiallógunum, sum vórðu framdar av landstýrinum undir P.M.Dam 1959-1963. Sjálvandi var tørvur á dagføring av sosiallógunum í Føroyum - eingin flokkur gekk móti tí - men at fíggja tær við ríkisveitingum var í roynd og veru eitt misálit á evnini í føroyska samfelagnum at skapa grundalagið fyri vælferðini sjálvt og var við tíðini ein koddi. Sum ikki einaferð í heimastýrisskeiðinum, góð politisk endamál, men skeivur framferðarháttur.
Hanus hevur hesa greiða á áhugaverda uppstilling um hvussu hann sær stigini í einari gongd fram móti einari møguligari loysing og hetta er tann parturin, sum letur upp fyri framhaldandi dialogi.
A.Amtsstøða Løgtingið ráðgevandi. Lóggávuvald og útinnandi vald í Danmark.
B.Heimastýri Løgtingið lóggevandi. Avmarkað lóggávuvald og útinnandi vald flutt til Føroya.
C.Heimastýri eftir Økt lóggávuvald og útinnandi vald. sjálvstýrislóg Búskaparligt sjálvbjargni. felags grundlóg.
D.Samveldi Samstarv millum javnstødd ríkir, hvørt við síni grundlóg. Lóggávuvald, útinn-andi vald og dómsvald á føroyskum hondum.
E.Loysing Samstarv millum sjálvstøðug ríkir.

Hanus leggur sera stóran dent á at ein gongd móti loysing eigur at hava stuðul frá einum størri parti av tinginum og at meira átti at verið gjørt við at fingið Javnaðarflokkin við. Hesin hevði kanska, móti at fáa aðrar sømdir, kunnað fingist við til stig D í gongdini, heldur Hanus. Eg skilji Stig D, sum íslendsku loysnina, Konungsríkið Ísland og Kongeriget Danmark, sum skipanin var millum Ísland og Danmark frá 1918 til 1944, við fullum fullveldi hjá altinginum og fólkatinginum, júst tann loysnin Føroya Landsstýri skeyt upp og samráddist við donsku stjórnina um í 2000, men sum danska stjórnin ikki vildi hoyra um. Hetta er áhugavert og tað hevur stóran áhuga at fáa at vita um leiðslan í javnaðarflokkinum er samd við Hanus í hesum. Tað hevði kanska verið eitt hugskot at sent ein drunn til formannin í Javnaðarflokkinum við hesum spurningi.
Hanus ger nógv burtur úr fólkaviljanum. Tað er ringt at tulka fólkaviljan, bert valúrslit kunnu nýtast til tað. Kanska meira áhugavert er, at tú fært varhugan av at fólkaviljin hjá Hanusi er eitt heldur statiskt fyribrigdi, sum ikki má nervast av tí, sum Hanus gevur heitið viljahugsan.
Eg havi ringt við at skilja hvussu politikkur skal rekast um teir flokkar sum bjóða seg fram ikki seta klár politisk mál. Tey kunnu kanska vera rættuliga fjar, men veljarin eigur at hava eina greiða mynd av hvar flokkarnir ætla sær og um teir ætla at broyta karmarnar í føroyska samfelagnum, t.d. viðurskiftini við Danmark. Hetta kann so við tíðini broyta fólkaviljan, tað eru nógv dømi um tað. Mín meting er, at hóast tann ætlan, íslendska loysnin, sum landsstýrið hevði í fyrsta umfari í samráðingum við donsku stjórnina ikki førdi á mál, so setti hon nakað í gongd, sum so ella so flytur føroyska samfelagið móti størri ábyrgd, við øðrum orðum flytur fólkaviljan móti fullveldi.
Har má vera ein neyðug hugsjónarlig optimisma í øllum politikki, sum vil broyta nakað.
Um andstøðuflokkarnir skulu takast fyri fult mugu teir líka so greitt sum fullveldisrørslan vísa á hvat teir vilja, hvørjar hugsjónir teir hava at seta upp ímóti. Teir mugu greiða frá um teir vilja hava studningsbúskap ella sjálvberandi búskap. Um teir vilja siga frá sær tey amboð til at fóta sær í heiminum, sum fullveldislond hava fram um ríkispartar. Tað boðar ikki frá góðum, at báðir teir stóru andstøðuflokkarnir umhugsa at taka seg burtur úr grundlógararbeiðinum og orðaskiftinum um teir veruliga grundleggjandi spurningarnar í føroyska samfelagnum. Spurningar sum hvørki, sambandsmenn ella loysingarmenn sleppa undan at taka støðu til.