Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðidag 16. mai.
Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman.
Konsertin verður hildin í SALT kl. 13:30.
Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 59. í røðini.
Verið hjartaliga vælkomin til Musikkstevnuna á Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar Hornorkestur.