Fótbóltsprát
Hóast frøin var eyðsýnd, tá B68 skoraði útjavnandi málið, so var Arnbjørn Danielsen, liðformaður, skjótur at staðfesta, at javnleikurin ikki var akkurát tað, sum teir vóru komnir eftir.
- Tað var tað so bestemt ikki. Vit komu fyri at vinna dystin, men tíverri so gekk tað ikki.
Tað sá annars út til, at tit fyri steðgin høvdu eitt gott tak á dystinum. Hvat hendi eftir steðgin, tá tit líka sum missa takið?
- Vit brúka kanska øgiliga nógvar kreftir ígjøgnum dystin, og tað er kanska viðvirkandi til, at vit ikki koma so nógv at baklinjuni eftir steðgin. Tí megna vit so heldur ikki at skapa nóg nógvar møguleikar, men tíbetur eydnaðist tað okkum hóast alt at stríða okkum upp til javnleikin.
Og fór tað gjøgnum høvdið, at alt árið kanska var farið fyri skeyti, tá teir løgdu seg á odda.
- Sjálvandi fara nakrir tankar ígjøgnum høvdið, men tað kom ikki panikkur í, haldi eg. Vit vistu, at tað var nógv tíð eftir, og vit hava fleiri ferðir í ár vent líknandi støðum, so vit trúðu alla tíðina upp á møguleikan.
Og hvussu verður so restin av árinum?
- Nú mugu vit so bara vinna okkara. Og so mugu vit bara vóna, at B71 missir stig onkrastaðni. Annað fáa vit ikki gjørt, og merkir tað so, at kappingin verður longd við tveimum vikum, so mugu vit eisini taka tann partin við, helt Arnbjørn Danielsen at enda.