Dragqueen Magnus Lykke Johansson í hvítum kjóla sæst her framman fyri Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, áðrenn hann í dag skuldi vitna í einum máli um brot á sonevndu rasismuparagraffina. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Dragqueens eru vardar av rasismuparagraffini

Dragqueens mugu metast sum ein bólkur, sum er vardur móti háðan sambært sonevndu rasmisuparagraffini í revsilógini.

Dragqueen Magnus Lykke Johansson í hvítum kjóla sæst her framman fyri Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, áðrenn hann í dag skuldi vitna í einum máli um brot á sonevndu rasismuparagraffina. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað gjørdi Eystari Landsrættur av í dag.

Her varð ein 47 ára gamal rørleggjari úr Slangerup-økinum í Danmark dømdur tíggju dagbøtur uppá 500 krónur fyri eina viðmerking á Facebook, sum varð móti einum dragtiltaki.

"Pædofili i børnehøjde..." var hansara viðmerking til eina grein aftur á vári 2023.

Teir tríggir landsrættardómararnir og teir tríggir leikdómararnir vóru samdir um, at sonevnda rasismuparagraffin varð brotin, tí hon millum annað eisini fevnir um háðan av fólki vegna teirra kynsliga úttrykk.

– Tað rakar rætt í fyrireikandi arbeiðinum í mun til kynsúttrykk, segði rættarformaðurin Martin Hall við dómin.

/Ritzau/