Guttorm Sørensen, vanliga nevndur Gutti, hevur runnið síðani 1990. 25 ár seinni, nevniliga veturin 2015 kendi hann á sær, at orkan ikki var tann sama. Hann tók tá d-vitaminir, og hetta hjálpi uppá manglandi orkuna.
Eitt ár seinni, í januar 2016 rennur hann vestri í Vágum og hann klárar seg eitt sindur verri enn væntað, men hugsar tá, at hann møguliga aftur hevur trot á d-vitaminum í kroppinum. Úrslitini eru ikki nøktandi komandi kappingarnar, sum hann luttekur í. Guttorm kennir tó onki til manglandi orku í gerandisdegnum, men bert tá hann rennur.
Eftir eina kapping á Grækarismessu í fjør, tá 15 kvinnur leggja hann afturum, og hann mátti ganga nakað av teiginum, sigur kona hansara, at nú skal hann fara til lækna. Guttorm verður sendur á Landssjúkrahúsið, og mergprøvi verður tikin.
Meðan tey bíða eftir svari uppá prøvanum fara hjúnini, saman við øðrum familjum í rennifelagnum Treysti, til Cardiff í Wales at renna hálvmaraton - men har gongur aftur illa við renningini hjá Guttormi.
Tá tey koma heim aftur, fáa tey frá Landssjúkrahúsinum, um at koma suður til viðtalu. 4. april 2016 fekk Guttorm staðfest at tað var krabbi í merginum, og at hann kundi fáa viðgerð við tað sama
-Eg vendi mær til læknan, knýti nevan og sigi ‘yes, kom avstað! Eg var klárur til dyst, og dystin skuldi eg nokk klára. Eg havi ongantíð stúrt fyri at skula í kamp við krabban, sigur Guttorm Sørensen.
Guttorm hevur runnið í so nógv ár, at tað eisini var náttúrligt hjá honum at fara rennitúrar undir viðgerðini.Tá eg var ringast fyri, fór eg á rennibandið á Hotel Tórshavn, og kláraði tá tríggjar kilometrar uppá 22 minuttir. Tað kendist sum hevði eg runnið eitt maraton, sigur hann umhugsin
-Tað er kampviljin, sum er umráðandi. Ein má stríðast ímóti sjúkuni, tí tað er ikki bert uppgávan hjá læknanum at gera ein frískan. Tey gera sjálvsagt sín part, men eg skal sanniliga eisini gera mín part, sigur hann álvarsamur.
Guttorm fekk nýggju, frísku upprunakyknurnar í kroppin aftur 17. August 2016, og hetta kallaðu læknarnir nýggja føðingardag hansara. Hann hevði hesa tíðina í huga fjøllini og seyðin, sum skuldi rekast heima í føroyum.
-Hetta er sovorið, sum drívir verkið og eg mátti koma í form til tað. Eg gekk á fjalli sum vanligt tá fjallstíðin kom, og orkaði líka væl sum hinir mennirnir, sigur hann.
Tá hann lýtur aftur á tilgongdina, er hann ovfarin yvir, hvussu væl viðgerðin hevur gingið. -Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann.
-Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, so er tað gott. Rørslan vísur mær eisini, at tað nú gongur framá, tá eg síggi at rennitíðirnar verða alsamt betri, sigur Guttorm Sørensen.










