Í býin við songini

Fyrrverandi bretski militerpolitisturin, Jack Charmock, handtók undir krígnum ein mann, sum gekk í Havnargøtum leinkjaður til eina song. Tað mundi vera eitt tað stuttligasta, honum var fyri í hernaðartænastuni, heldur veteranurin, sum vitjar aftur í Føroyum fyri fyrstu ferð í 60 ár

Ein fullur enskur hermaður gekk og gjørdi gang í Havnargøtum. Militerpolitiið koyrdi hann tvær ferðir heim. Aðru ferð varð hann heftur í songina við hondjørnum. Men líka lítið hjápti. Hann fór aftur í býin. Við songini afturút.
Hesa søguna veit ein fyrrverandi bretskur militerpolitistur at siga frá tíðini, hann var í Føroyum undir seinna heimsbardaga.
Flogfarið hjá Atlantsflog er júst komið úr Bretlandi. Vit standa og bíða eftir hesum næstan 90 ára gamla manninum, sum skal koma at vitja oyggjarnar fyri fyrstu ferð í 60 ár. Ivaleyst er hann rímiliga birgur, tá hann hættar sær undir hesa ferðina.
Tað koma tveir mans úr flogfarinum. Annar er ein eldri harri, sum líkist akkurát myndunum av gomlu veteranunum, sum plaga at marchera framman fyri Buchingham Palace í London, tá stóru paradurnar eru at síggja í BBC. Har man ikki vera nógv at ivast í. Hetta er hann.

Tey flestu helst burtur
Spelkin og smílandi heilsar hesin gamli maðurin okkum, sum komnir eru at taka ímóti á flogvøllinum. Pressuna vil hann fegin tosa við. Heldur, at tað er líka gott at gera tað beinanveg, áðrenn farið verður viðari, so vit setast við eitt borð, og hann byrjar at siga frá.
Nevnir nøvn, sum ikki eru okkara millum meira.
?Men rímiligt, sigur hann. Tey vóru eldri enn eg, og eg verði 90 í oktober. So ikki kann væntast annað enn, at tey eru burtur.
Hann tekur myndir, sum hann hevur í eini skjáttu, og leggur á borðið. Tær flestu eru úr Havn.
Vísir eina mynd av grindadrápi á Eystaru Vág. Man nakað vera eftir av hesum?
Jú, Fútastova og Nólsoyarstova standa enn, fær hann at vita og heldur so, at tað verður spennandi at síggja aftur í morgin. Gamli Bókhandil stendur við sama lag longri uppi í býnum, og tað heldur hann vera hugaligt. Men Niclasen er farin. Ája. Gamla Ebenezer, sum hann hevur mynd av, er burtur. Tað er so rímiligt, tí býurin má vera nógv broyttur øll hesi árini, staðfestir hann.
Men hvussu við Skansanum? Er hann til? Og kanónirnar. Jú, tað er alt har, og hann gleðir seg at koma aftur á Skansan.
Tó okkurt er enn, sum ikki er broytt, hevur hann sæð á flogtúrinum. Trøllkonufingur stendur enn, sum hann gjørdi, tá teir plagdu at koma úr Havn til Miðvágs við Poppy undir krígnum. Ein ikki altíð líka spennandi túrur um Kirkjubønes og Vágafjørð, sum plagdi at taka einar tveir tímar.
?Vit høvdu høvuðsstøð í Havn, og plagdu so at fara soleiðis av og á vestur í Vágar. Serliga til Miðvág og Sørvágs, minnist hann.
Jack Charmock var í Føroyum í 1943 og 1944. Hann kom higar úr Norðurírlandi, og ætlanin var, at hann síðan skuldi sendast til Fjareystur. Men Japan legðist fyri, eftir at amerikanarar høvdu brúkt tvær atombumbur, og so var tað kríggið av. Og tað var kríggj fyri hansara viðkomandi eisini sum heild, sigur Jack Charmock, sum fór at arbeiða hjá bretsku jarnbreytini, haðani hann gjørdist pensionistur í 1976.

Savn
Jack gamli tekur úr skjáttuni bøkur og bløð. Myndaalbum, sum hann hevur nevnt »One man's war«. Ymisk tíðarrit, sum bretsku hermenninir í Føroyum góvu út. Hann hevur nakrar medaljur, hann hevur fingið undir krígnum. Tær skulu á savn hjá bretska militerpolitinum, sigur hann. Einaferð, tá tíð verður til tess, leggur hann aftur at, og vit skilja, at hann heldur ikki tað hevur skund, tí hann ætlar sær ikki at doyggja soleiðis beinanveg.
»Oh! By the way«, sigur hann og tekur hondina niður í lumman. Her er eisini okkurt, sum liggur eftir frá tíðini í Føroyum.
Hann hevur ein plastikkposa við nøkrum gomlum myntum frá krígstíðini. Nøkur oyru, sum tilsamans munnu vera einar tvær krónur, sigur hann. Hetta var tað, sum eftir var, tá hann fór úr Føroyum.
Spurdur um hann hevur goymt hesar lutir við tí fyri eyga at koma aftur til Føroya, sigur hann, at so er ikki.
?Eg blakaði alt í ein kassa, og har hevur tað ligið líka til nú, ein vinmaður byrjaði at tosa um, at eg átti at farið aftur til Føroya ein túr. Eg havi so funnið tað fram aftur, og nú er tað stuttligt at hava.
Men eitt er, sum hann kortini ikki eigur eftir. Tað er tann reyða húgvan, teir gingu í. Hana blakaði hann inn á bryggjuna, tá skipið, teir fóru avstað við, legði frá landi í Havn.
?So kanska onkur eigur hana í onkrum kassa onkunstaðni í Føroyum, heldur hann.
Og so hevur hann eisini eitt eintak av kendu bókini »Kanska - the land og maybe«, sum ein enskur hermaður skrivaði, og Carl í Bókhandlinum helt vera so áhugaverda, at hann gav hana út. Hon er ivaleyst eisini ein dýrgripur í dag, tí sum skilst er hon ring at fáa hendur á.

Góð viðurskifti
Bretsku hermenninir høvdu góð viðurskifti við føroyingar. Ikki bara kvinnurnar, sum tó vóru fittastar, flennir Jack. Men eisini menninar. Og børnini vóru sera fitt.
?Tey plagdu at koma til okkara at biða chokolátu. Og tað fingu tey so. Harða, russiska chokolátu, sum teimum helst mundi dáma kortini, tí tey komu aftur.
Eisini soleiðis reint professionelt var samstarvið millum MP' ararnar og løgregluna í Føroyum gott, minnist hann.
Hann flennir eitt sindur, tá hann minnist aftur á tvær hendingar, sum hvødu samband við arbeiði hansara.
Einaferð var ein stóru militerbilur hjá bretum stolin. Bilurin varð funnin aftur vestanfyri. Onkunstaðni um Kirkjubøarleiðina. Og maðurin, sum stolið hevði - ein føroyingur - varð eisini funnin.
Hann varð so dømdur og skuldi í geglið. Ikki heilt stutt heldur, minnist Jack Charmock.
?Einar tveir dagar seinni, tá eg kom gangandi eftir bryggjuni í Havn, síggi eg hendan mannin, sum arbeiddi við einumhvørjum har úti. Eg fór beint til løgregluna í Havn og spurdi hvat ..... hetta var fyri nakað, tí maðurin skuldi jú sita i brummuni.
?Jaaaa, svaraði løgreglumaðurin. Tað skuldi hann jú gjørt. Men nú er tað hetta, at arbeiði er at fáa beint nú, og vit kunnu ikki revsa mannin dupult við bæði at sita í fongsli og missa arbeiði. So vit taka hann innaftur, tá einki arbeiði er.
?Tað helt eg tað vera løgið, men í dag haldi eg, at hasir politistarnir vóru bara heilt skilagóðir kortini, sigur Jack Charmock.
Ein onnur hending, hann minnist, er um fulla bretan, sum fór í býin við songini.
?Hann var í so lívligur i dansinum í Tórshøll, so eg fekk til uppgávu at faa hann heim í barakkina at sova. Tað gjørdi eg so.
Men tað var beinanveg, so ringir telefonin. Løgreglan í Havn sigur, at har gongur ein breti og ger øgiligan gang í Niels Finsensgøtu. Tá eg komi til hansara vísir tað seg, at hetta er sami maður, eg júst havi verið heima við. Aftur í songina við honum. Tað ganga bara einir tíggju minuttir, so ringir løgreglan aftur við somu boðum.
Tá helt eg so, at tað var nokk, og hefti hann við hondjørnum í seingina. So skuldi borið til.
Men nei. Tað var rættiliga skjótt, so ringja teir aftur og siga, at hasin maðurin, tit fóru við í áðni, gongur niðri í býnum og dregur eina song eftir sær.
?Eg undrist á enn, hvussu hann hevði fingið hana út gjøgnum dyrnar, flennir Jack Charmock, fyrrverandi brestkur MP í Havn.