SUM nevnt fyrr her í blaðnum, so er ringt at skilja hví Fíggjarmálastýrið vrakaði semingsuppskotið herfyri. Spurningurin er um tað ikki var eitt mistak, ið hevur ført til, at partarnir standa so langt frá hvørjum øðrum. Ringt er at hugsa sær, at Fíggjarmálastýrið sleppur bíligari enn semingsuppskotið ? um so er, at nakar hugsar tað, so kann tað vera tekin um manglandi samband við veruleikan. Tá fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað er upp til Starvsmannafelagið at loysa trupulleikan, so er tað bert hálvur sannleikin, tí tað er ikki bert verkfall, men eisini verkbann frá landsins síðu. Tveir partar eru í ósemjuni, og tað er sjáldan tann eini parturin, ið hevur allan feilin. Undir øllum umstøðum hvílir ábyrgdin rættiliga tungt á Fíggjarmálaráðharranum í løtuni. Tað er kanska ikki inannfyri allar starvsbólkar, at man er vanur at samráða seg fram til loysnir, men á almenna arbeiðsmarknaðinum er tað ein fyritreyt fyri vælvirkandi viðurskiftum.
Ein onnur fyritreyt fyri vælvirkandi viðurskiftum á almenna arbeiðsmarknaðinum er, at uplýsingar frá stovnum undir Fíggjarmálastýrinum eru eftirfarandi. Starvsmannafelagið hevur, sum vera man, endurgivið eitt prístal frá Hagstovuni, ið er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum. Tað er ikki gott fyri umdømið hjá Fíggjarmálastýrinum um teir tosa við fleiri tungum viðvíkjandi prístalinum - Hettar eigur at metast sum eitt álvarsmál.
AT samráðast er eitt kynstur, ið átti at ligið væl fyri hjá politikarum. Tað nyttar ikki at diktera uppá forhond, hvat útfallið av samráðingum skal vera, og júst tað sær Føroya fólk avleiðingarnar av í dag.
Tað er av alstórum týdningi, at báðir partar vaska talvuna reina og fara til samráðingarborðið av nýggjum. Ikki er ráðiligt at vísa seg frá sínari kantutu síðu frammanundan. Eisini er týdningarmikið, at báðir partar vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Í so máta hvílir eisini ein sera tung ábyrgd á herðunum á umboðunum hjá skattgjaldarnum ? Fíggjarmálastýrinum.
VIT hava fyrr her í blaðnum nevnt starvsetanarpolitikk í umsitingini. At hava tev fyri samráðingum og duga at hava við fólk at gera eru dygdir, ið vónandi finnast í Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum. Nú er tíð at lata hesar dygdir koma til sín rætt! Eitt orðatak, ið báðir samráðingarpartar og ikki minst landstýrismaðurin, eiga at taka til eftirtektar, sigur, at eingin er so deyvur, sum hann, ið ikki vil hoyra.