Í besta Landskrona-stíli…

Hetta var dysturin, har HB hevði ætlað sær at endurvunnið oddasessin, men so skuldi ikki verða. Í staðin fyri væntaða heimasigurin í Gundadali, gjørdist talan um rætta eyðmýking, tá FC Suðuroy vísti ein stríðsvilja, ið fekk tankarnar at leita aftur til ein annan dyst júst 20 ár frammanundan

Tað kundi sæð út sum byrjanin til endan hjá FC Suðuroy, tá HB longu í fimta minutti legði seg á odda í gjár. Talan var um mynsturálop, ið endaði við, at Símun Samuelsen kom til baklinjuna í høgru síðu og spældi útfrá, so Milan Kuljic bara skuldi seta innarsíðuna á til 1-0.
HB sat tungt á bóltinum so at siga allan fyrra hálvleik, og kjansirnir at økja til 2-0, 3-0 og kanska meira, trutu heldur ikki tann fyrsta hálvan tíman. Men neyvleikin var slett ikki har, og tí bleiv við at standa 1-0 á máltalvuni, meðan minuttirnir gingu.
Andrew av Fløtum hevði harðan skallara sentimetrar uttan fyri stongina, Símun Samuelsen rundaði einar fýra mans og skjeyt beint á málmannin, Milan Kuljic hevði eina góða skotroynd aftrat, Fróði Benjaminsen var fyrst akkurát ov stuttur til innlegg og royndi seg seinni við einum heilfluktara beint uppum…
Hetta var dysturin, har HB hevði møguleikan at vinna og leggja seg á odda í Vodafonedeildini – í øllum førum til í kvøld, tá NSÍ á heimavølli tekur ímóti ÍF. Um nú NSÍ skuldi snáva, var umráðandi hjá HB at fáa sítt til høldar, so oddasessurin kom aftur til Havnar, har hann ikki hevur síðstu tríggjar mánaðirnar.

Vónin fekk veingir
Gestirnir úr Suðuroynni høvdu eisini brúk fyri at fáa stig, tí kappingin í botninum er gróthørð og náðileys. FC Suðuroy var undan dystinum trý stig frá aftasta plássinum og trý stig frá at koma upp um niðurflytingarstrikuna. Og hóast eitt botnlið kanska ikki so ofta vinnur á HB í Gundadali, so var vónin í øllum førum, at – um ikki annað – eitt stig skuldi koma burturúr.
Henda vónin fekk veingir, tá góður hálvur tími var farin av dystinum í gjár. Mamuka Toronjadze, ið var klárt besti maður á vøllinum, fór um koll frammi í vinstru síðu, miðskeiðis á HB-hálvuni, og Jón Krosslá Poulsen skuldi taka frísparkið. Tað gjørdi hann sera væl, tí inni fyri málinum kundi Henning G. Joensen bara seta krúllin á bóltin, sum smeyg sær inn um stongina til 1-1.
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki var FC Suðuroy betur við, enn frammanundan, men tá spælararnir kom útaftur eftir hálvleikssteðgin, líktist alt aftur fyrra hálvleiki, tí aftur vóru tað teir í HB, ið høvdu bóltin tað nógva av tíðini. Góðar kjansir høvdu bæði Þórður S. Hreiðarsson og Fróði Benjaminsen, sum skallaði á stongina, men tað kom ikki nærri enn tað sama.
Kortini gjørdust tað hinvegin gestirnir, ið fingu næsta málið, tá HB-verjan var óskettin og læt Mamuka fáa bóltin, so hann kundi dribla seg til baklinjuna vinstrumegin og leggja innfyri til Jón Krosslá Poulsen, ið var tryggur og skoraði til 1-2.

Heilt annar dystur
Nú fekk dysturin eitt heilt annað innihald, tí hóast tað mest náttúrliga vildi verið, at FC Suðuroy fór aftur at verja og HB setti meira trýst á frameftir, gjørdist restin av dystinum tann veruliga úrlatingin av HB, ið hvørki vísti sál, stríðsvilja ella spæligleði, meðan FC Suðuroy vísti seg at hava hug á einum máli aftrat.
Brádliga komu kjansirnir hjá gestunum sum á samlibandi. Palli Augustinussen fekk frírennara, Jón Krosslá Poulsen hevði tvær málroyndir í einari og innskifti Tóki Brattalíð gjørdi alt rætt, tá hann einsamallur við Tórði Thomsen í HB-málinum lyfti upp um hann – men eisini upp um málið…
Og sum dystinum leið, fór at alt at líkjast meira og meira dystinum í Landskrona júst 20 ár frammanundan, tá undirtippaðu Føroyar koppaðu Eysturríki. Innsatsurin hjá FC Suðuroy var heilhjartaður um allan vøllin, og ikki minst í verjuni stríddust teir sum sannir brandar, so HB mest minti um eitt lið, ið slett ikki hevði tikið mótstøðuliðið í álvara.
HB hótti millum lítið og einki, men í staðin gjørdist tað Mamuka Toronjadze, ið kundi krýna innsatsin við tveimum málum í yvirtíðini, tá HB hevði tikið fólk úr verjuni fram í álopið, so væl lá fyri hjá teimum í FC Suðuroy at metta seg av sjálvtøkuborðinum.
Uppiborni sigurin kom sjálvandi væl við hjá FC Suðuroy, ið nú brádliga bara er eitt stig frá at koma av niðurflytingarplássinum, meðan HB heldur ikki hesa ferð spældi frægari enn so, at fáur man undrast á, at áskoðaratalið í Gundadali sær út til at vera í fríum falli!