FERÐASEÐLAJAGSTRAN
Verður tað ikki skjótt. Fólk vóru farin at ótolnast. Bíðirøðini uttan fyri Handilskjarnan hevur valla nakrarntíð verið longri. Hvat nummar heldur, at vit eru?, spyr onkur. Við dreyminum um bíligar floferðaseðlar vóru fólk farin tíðliga av húsum og oman í Miðbýin í Havn at standa í kø. Ikki tí. Hesar ljósu næturnar eru kanska ikki so keðiligar at vera vakin í, men tað skuldi ein sterkur vilji til, um tú vildi vera áðrenn hini.
Tað er torført at siga, júst hvussu nógv stóðu í bíðirøð, tá vit vóru á leiðini um hálvgum níggjutíðina týsmorgunin. Handilin lat upp klokkan níggju, men tá høvdu tey fremstu í røðini staðið nakrar tímar. Fólk høvdu bjálvað seg væl, og onkur soviposið var eisini at síggja.
Tey flestu vóru ung fólk, men fleiri tilkomin vóru eisini komin oman í býin.
Fyri ikki at skapa ruðuleika fingu øll tey í bíðirøð eitt nummar. Tann fremsti fekk sjálvandi nummar eitt, tann næsti tvey osfr.
Tað, sum øll vóru komin eftir, vóru ferðaseðlarnir fyri hundrað og túsund krónur. Nakrir fáir ferðaseðlar vórðu seldir fyri hundrað krónur til Keypmannahavn og Billund. So vórðu eisini ferðaseðlar seldir til býir sum Barcelona, London og Athen fyri 1.000 kr. ? úr Føroyum og aftur.
Tá hurðarnar so endliga vórðu latnar upp fingu tey hepnu nakrar bíligar ferðaseðlar, og tey kunnu fara væl nøgd heim og út í heim.
Sjónligari
Tann ljósablái liturin hjá Maersk-Air er vanligur sjónligur. Men Maersk-Air vil nú vera enn meira sjónligt í Føroyum.
? Sjónligari er lyklaorðið við okkara virksemið í Føroyum í løtuni. Vil vilja á øllum økjum gerast meira sjónligir í Føroyum, sigur Per Brinch, sum er pressustjóri hjá Maersk-Air.
Seinastu tíðina hava fólk óivað eisini lagt til merkis, at Maersk-Air búmerkið er at
at finna á búnunum hjá fleiri ítróttarliðum. Keld Mosgaard Christensen dylir heldur ikki fyri, at hetta fyri ein stóran part snýr seg um at geva Atlantic Airways harðari kapping.
Sambært teimum sjálvum eigur Maersk-Air ein marknaðarpart áljóðandi eini fjøruti prosent av.
Umframt Føroyar flýgur Maersk-Air eisini til átta støð úr Billund og sjey úr Keypmannahavn.
? Vit hava flogið til Føroya í nógv ár, og hetta er so avgjørt eitt týdniggarmikið ferðamál hjá okkum, sigur Keld M. Christensen.
Sum flestum kunnugt hevur Maersk-Air sagt catering sáttmálan við Hotel Vágar upp. Og hetta er samstundis ein partur av einari umlegging hjá felagnum.
? Vit eru farnir frá teimum vanligu mátíðunum umborð á okkara flúgvarum, og í framtíðini verður tað so møguligt hjá fólki at bíleggja, júst tað, tey ynskja sær, sigur Per Brinch.
Í teimum bílígu setrunum hjá Maersk-Air skal tann ferðandi so gjalda fyri tað, hann ella hon vil eta umborð. Hetta fær kortini ikki tað stóru ávirkanini á flogferðir til og úr Føroyum. Har verður framvegis bert talan um ein klassa umborð, og fólk fáa eisini ?ókeypis? at eta og drekka umborð. Men hinvegin verður møguligt at bíleggja serligar matskráir, og hetta kann gerast á alnetinum.
Teir gomlu business og økonomi klassarnir hjá Maersk-Air verða skiftir við aðrar klassar, men hetta fer sum sagt onga ávirkan á flúgvingina til og úr Føroyum.
Ferðaskrivstovan hjá Maersk-Air, sum nú er latin upp, skal hava føroyska manning við trimum fólkum. Í skrivandi stund eru hesi ikki sett enn, men tað verður væntandi skjótt.