Í dag - fyri 40 árum síðan

Leygardagin 17. februar í 1968 høvdu skopuningar sín fyrsta arbeiðsdag á flakavirkinum í bygdini. Tá komu menn av Eiði til Skopunar at leggja lag á, hvussu skerast skuldi Fyrsti arbeiðsdagur á fiskavirkinum í Skopun var leygardagurin 17. februar 1968, og nú 40 ár eru liðin, verður dagurin hildin á virkinum seinnapartin í morgin.

Virkið í Skopun var millum tey fyrstu. Frammanundan høvdu eitt nú leirvíkingar, eiðisfólk og sørvingar síni virkir.

Í 1969 byrjaði Nykur á Toftum, og tíggju ár seinni fingu nólsoyingar sítt virkið, sum fekk navnið Klivar.

Onnur fiskavirkir stungu seg eisini upp kring landið í hesum tíðarskeiði.

Áðrenn vit fingu tey nýggju fiskavirkini, vóru fiskakjallarar í fleiri bygdum. Útróðrarmenn sluppu av við fiskin, teir fingu, og í fiskakjallarunum varð fiskurin flaktur og saltaður.

Í fleiri bygdum - eisini teimum smáu - keyptu handilsmenninir fisk, og hetta gjørdi tað høgligt hjá monnum, sum róðu út, umframt at fólk kundu tjena sær nakrar krónur.

Fríðhild Winther, sum var 10 ára gomul, tá ið virkið í Skopun læt upp, sigur, at hetta var ein stórur dagur í bygdini, sum øll sóu fram til.

- Eg minnist væl hendan dagin. Vit børn savnaðust uttanfyri at forvitnast. Menn komu av Eiði at leggja fólkinum lag á, hvussu skerast skuldi.

Hon sigur, at nú dagurin verður hildin í morgin við lagkøku, kringlukøku, kaffi og te, verða eisini myndir sýndar, sum lýsa ein part av søguni hjá virkinum.

Stovningardagurin verður hildin á virkinum, sum Sandoy Seafood nú eigur í Skopun, seinnapartin í morgin.