- Russisk álop hava í nátt oyðilagt fleiri enn tólv lokal orkuverk í Ukraina.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í morgun.
Á hinari síðuni siga russar, at tvey fólk eru dripin í einum ukrainskum álopi á russiska býin, Saratov.
Sambært russiska guvernørinum, Roman Busargin, rakti eitt ukrainskt dronuálop ein íbúðarbygning, har fleiri íbúðir vórðu oyðilagdar.
Hetta sigur hann sambært AP-tíðindastovuni.
Russiski býurin, Saratov, liggur umleið 80 fjórðingar í ein landnyrðing úr hermótinum í Ukraina.
- Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina lopið á fleiri oljureinsiverk í økinum, veit AP at siga.
Í nátt hava russar lopið á fleiri regiónir í Ukraina við dronum og rakettum, og sagt verður, at tað serliga eru orkustøðir og havnaløg, sum eru rakt.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at sjey fylkir í Ukraina mistu streymveitingina í russisku álopunum í nátt.
- Í Odessa við Svartahavið kom eldur í korngoymslur, veit ukrainski varaforsætisráðharrin, Oleksij Kuleba, at siga.
Í februar verða fýra ár síðan, at Russland leyp á Ukraina, og framvegis senda russar dronur og rakettir yvir grannalandið.










