Tvey flogfør hjá Atlantsflog, sum skuldu koma úr Keypmannahavn til Føroyar, hava avlýst ferðina í dag vegna veður.
Eisini hevur Strandferðslan broytt ferðaætlanin hja Smyrli. Um ferðaætlanina í dag skrivar Strandferðslan soleiðis:
– Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7 leygardag 13. desember av Havnini kl. 07:00 av Krambatanga kl. 09:30 og av Havnini kl. 16:00. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin.











