Tað skriva Reuters og Financial Times, sum vísa til ónevndar keldur.
Tað eru gjaldsfyritøkan Stripe og íløgugrunnurin Advent International, sum sambært miðlunum standa aftan fyri tilboðið.
Tilboðið svarar til 60,50 dollarar fyri partabrævið, sum er um 28 prosent hægri enn endakursurin hjá PayPal týsdagin.
Kortini skrivar Financial Times, at PayPal higartil hevur verið varið við at fara í samráðingar um eina sølu. Fyrir einum ári síðani varð partabrævið handlað fyri umleið 70 dollarar.
Sambært Reuters vóru fyrstu ábendingarnar um áhugan frá keyparunum longu í apríl.
PayPal varð stovnað í 1998 av millum øðrum Peter Thiel, sum eisini var við til at stovna softwarefyritøkuna Palantir. Saman við honum vóru eisini tann núverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, sum vitjaði í Føroyum fyrr í ár, og Teslastjórin Elon Musk.
Fyritøkan var ein av undangongufyritøkunum innan talgildar gjaldsloysnir, men seinnu árini er kappingin vorðin nógv harðari frá tænastum sum Google Pay, Apple Pay og øðrum gjaldsloysnum.
Hvørki PayPal, Stripe ella Advent International hava ynskt at gera viðmerkingar til tíðindini, skrivar Reuters.










