skoraðu tvær ferðir, so at VB nú bráddliga var á odda 16-14! Eftir at hetta skiftust liðini um at fáa mál, og tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika, legði Sólrun Krosslá VB fram um 19-17 við brotskasti [...] eydnaðist tað gestunum at skora tríggjar ferðir, so at hálvleiksstøðan var 8-8. Stjørnan javnaði í evstu løtu Vágskvinnur fingu fyrsta málið í seinna hálvleiki, men so kom lív í Stjørnuna aftur, og tær skoraðu [...] einans tveir minuttir vóru eftir at leika. Hvat tað var, sum gjørdi, at tað gekk so illa hjá Stjørnuni, er ilt at meta um, men at VB fekk vart fyri Anniku Ljósstein hevði nógv at siga, tí tær hava altíð
tó ein løta, har felagsliðið var um at fáa VB aftur. Tær fingu minkað um munin til 9-10, tá ið átta minuttir vóru til steðgin, men so gjørdi VB aftur bart og fór fram um 14-9. Tað, sum eftir av hálvleikinum [...] skiftust um at fara ígjøgnum verjuna hjá heimaliðnum, og tær býttu málini so kristilga sínamillum. So hvørt sum fyrri hálvleikur leið, fóru gestirnir úr Vági frá felagsliðnum úr Eysturoynni. VB var so at siga [...] hálvleikinum, fekk GÍ/Tjaldur trý mál, meðan VB fekk tvey, so at hálvleiksstøðan gjørdist ein fýramálsleiðsla til VB 16-12. Øktu um munin VB byrjaði seinna hálvleik væl, og tær løgdu seg á odda 18-12, tá ið einans
liðini so jøvn, at bert tvey stig eru á muni millum nummar eitt Kyndil og nummar trý StíF. Hoyvíkingar eru so aftur eitt stig aftan fyri strandingar, men um hoyvíkingar skulu vinna meistaraheitið, so skulu [...] komandi mánadagarnar man heldur eingin ivi verða um. Hvussu tað heila so spælir av, er ilt at meta um, men undir øllum umstøðum kunnu øll hondbóltsáhugað síggja fram til tvey sera spennandi vikuskifti, har vit [...] nakra umbering, tí teir mettu ikki, at nakað óregluligt var farið fram. Eftir nógvar tingingar aftur og fram gjørdist tað tó greitt, at um vestmenningar ikki komu við eini umbering, kundi tað føra við sær
væntað. Tjaldur helt fram Byrjanin av seinna hálvleiki var eisini góð fyri heimaliðið. Fimm minuttir vóru leiktir av hálvleikinum, tá ið teir høvdu økt um leiðsluna til 18-14. Um hetta mundi fekk ein av [...] r til fulnar, hóast Tjaldur fekk Mortan Hansen inn aftur á vøllin, og KÍF bara økti um leiðsluna seinastu løtuna, so at endaliga úrslitið gjørdist 33-28 til KÍF. Ov einstáttað álopsspæl Tað var dýrt fyri [...] verið burturvístur, men tað er so einki at gera við tað nú. Birgir Sondum greiddi liðunum frá, at hann hevði ringt til óteljandi dómarar, men eingin vildi koma við at døma. Um tað er alt hóvastákið kring
floksting á Læraraskúlanum um vikuskiftið. Longu undan flokstinginum vóru ábendingar um, at eitt nú pensjónsmálið kundi fara at elva til kjak og tað gjørdi tað eisini, men nokk ikki so nógv, sum fólk flest høvdu [...] tað er breið semja í Tjóðveldisflokkinum um, at fullveldismálið er á eini góðari kós. Tó hevur tað stóran týdning, at tølini og upplýsingarnar koma á borðið, so tað kann komast víðari í hesum arbeiði var [...] tølini eru komin á borðið, og tann týdningarmesti parturin er eftir øllum at døma, at skapa so breiða semju um málið, sum gjørligt. Nýggj pensjónsskipan Seinastu tíðina er tað nú ikki fullveldismálið, sum
teir eisini eftir dystin, líka mikið um teir vunnu hann ella taptu. Men munurin upp til H71 var bara eitt stig, um teir vunnu og tað merkir í grundini, at Neistin kann um alt gongur teimum eftir vild enda [...] Ikki so galið, men teir hava kortini tapt ov nógvar dystir til at kunna liggja heilt fremst. Tó skal tað sigast beinanvegin, at dysturin sunnudagin varð avgjørdur við eini burturvísing. Eingin ivi um tað [...] Finnur Hansson, úti av spælinum, púra oyðilegði spæl hoyvíkinga. Um útvísingina er tað at siga, at hon var púra røtt. Har var eingin ivi um, at Hans tók í armin, og tað sá heldur ikki út til at hann var
gerast, at Neistin vinnu silvur, men so skal Stjørnan tapa ein dyst meiri enn Neistin. Í dystinum sunnudagin, var tað Neistin, sum legði harðast fyri. Tær komu fram um beinanvegin, og tær hildu stílin allan [...] hálvleiki er heldur einki bragd, men tað var so nóg mikið til at hava munin. Hinvegin kunnu fáu málini eisini verða tekin um gott verjuspæl, men hóast tað, so er tað ov lítið við ellivu málum í einum hálvleiki [...] Neistin-StÍF 19-15 (7-4) Neistakvinnurnar gjørdu sína skyldu fyri framhaldandi at verða við í stríðnum um silvurheiðursmerkini. Tær vunnu dystin móti StÍF, sum liggur á fjórða plássi og við hesum sigrinum
fyrst og fremst um at fáa spælið at hanga saman. Hvørki av liðunum fekk yvirvág so tað munaði nakað og tað var ikki fyrr enn støðan var 7-7, at tað kom ferð á spælið. Og tá ferð kom á, so vóru tað havnakvinnur [...] beint øvugt. Tær stóðu seg væl í byrjanini, men í seinnu hálvu hevur tað ikki gingið so væl. Tó so, tær skulu ikki lata so illa at, tí tær vóru saman við TB a, einastu liðini, sum koppaðu meistarunum úr Mjølnir [...] sera trupult við at taka ímóti servunum frá Fleyr. Tá móttøkurnar eru grundin undir álopsspælinum, so oyðileggja vánaligu móttøkurnar alt álopsspæli. Hevarin verður kroystur til at velja tað einfaldastu
gongur tað so skjótt, at tað næstan ikki ber til at fylgja við. Á øðrum staði á ítróttarsíðunum verður sagt, at tað var rumbul í FCK, men tá tann greinin varð skrivað, var einki komið fram um, at venjarin [...] at AB venjarin í nýggja árinum skuldi hava ábyrgdina av FCK, varð róð fram undir, at um tað ikki fór at ganga væl hjá honum, so stóð Kim Brink klárur aftanfyri leiktjaldið. Og hetta gjørdist veruleiki [...] Men Todi plagar at siga, at hann veit, hvat hann stendur fyri, og so mugu vit bara vóna, at tað verður nóg mikið til at sannføra venjaran um, at makkaraparið í álopinum skal vera tað sama, sum spældi í Brøndby
fríggjadag. Tí tá ið frumsýningin skuldi verða klokkan 17.30 fríggjadagin, vóru filmarnir ikki komnir fram, so tann allarfyrsta sýningin í nýggja biografinum í Suðuroynni mátti avlýsast... Suðurbio skuldi vísa [...] Avtalað varð gjørd við strandferðslumannin um at flyta filrmarnar suður við Smyrli á miðdegi fríggjadagin. Men teir komu ikki longur enn til Havnar... Filmarnir komu so ikki suður fyrrenn fríggjavøldið. Sostatt [...] hugdu eftir barnafilminum ?Babe? Filmar verða vístir fimm dagar um vikuna. Í dag og í morgin verður ongin biografur. Men fríggjadagin eru so aftur tríggir nýggir filmar á skránni. Og tað eru tríggir filmar