Fleyr hølvaði Drátt av

Flogbóltur, kvinnur: Fleyrkvinnurnar lótu ongan iva verða um hvør skuldi hava silvurheiðursmerkini í ár. Tær vundu burtur úr Drátti seinasta dystin. Fleyr a vann dystin 3-0

Fleyr a-Dráttur 3-0

(15-7, 15-4, 15-3)



Einasti spenningur, sum var eftir í meistaradeildini hjá kvinnum var hvussu heiðursmerkini til nummar tvey og trý, skuldu býtast millum TB a, Fleyr a, og Drátt. TB a hevði tryggjað sær heiðursmerki, men antin Dráttur ella Fleyr a, fóru at standa eftir við ongum.

Tað vóru tí sera uppsettar havnarkvinnur, sum tóku móti Drátti leygardagin. Tær vildu hava silvurheiðursmerkini, og einasti mátin tað kundi gerast upp á var við at vinna dystin móti Drátti.

Byrjanin var jøvn. Liðini fylgdust teir fyrstu bóltarnar, og tað ráddi fyrst og fremst um at fáa spælið at hanga saman. Hvørki av liðunum fekk yvirvág so tað munaði nakað og tað var ikki fyrr enn støðan var 7-7, at tað kom ferð á spælið.

Og tá ferð kom á, so vóru tað havnakvinnur, sum fótaðu sær fyrst. Tær byrjaðu við at leggja trýst á Drátt við servunum, og tá bólturin kom yvirum aftur løgdu tær trýst á við góðum álopsspæli, har serliga Súsanna McBirnie vann nógvar bóltar á miðjuni. Súsanna hevur leikt sum ein brandur síðani hon byrjaði aftur í vetur, og tað er eingin loyna, at hon hevur givið Fleyrliðnum neyðugu breiddina í álopinum, og ikki minst tyngd í miðálopinum.

Trupulleikin hjá Drátti var sum nevnt, at tær høvdu sera trupult við at taka ímóti servunum frá Fleyr. Tá móttøkurnar eru grundin undir álopsspælinum, so oyðileggja vánaligu móttøkurnar alt álopsspæli. Hevarin verður kroystur til at velja tað einfaldastu loysnina, og tað er at heva út á kantin. Hetta gevur samstundis mótstøðuliðnum lættastu verjuumstøður, og tað var júst tað, sum hendi í Gundadali leygardagin.

Sum nevnt kom glið á spælið hjá Fleyr við støðuna 7-7, og tá settið var liðugt var støðan 15-7 til Fleyr. Tað vil siga, at Dráttur fekk einki stig afturat, meðan Fleyr fekk átta.


Dráttur steðgaði upp

Gongdin í seinnu helvt av fyrsta setti helt fram í øðrum og triðja setti. Stígur var av álvara komin í spælið hjá vágakvinnum, meðan havnarkvinnur gjørdu sum tær vildu. Nú skal tað ikki skiljast soleiðis, at tað var Dráttur, sum bara spældi illa, men heldur, at spælið hjá Fleyr hekk ógvuliga væl saman henda dagin.

Venjarin hevur av álvara fingið leikararnar at spæla eftir sínum vilja, og leygardagin fingu tær víst, at tær megnað bert tær vilja.

Dráttur fekk ongantíð loyvi til at koma fyri seg í teimum báðum næstu settunum og tískil endaðu tey bæði við einum dyggum avsmurningi. Dráttur fekk einans sjey stig í alt í teimum báðum næstu settunum, og tað sigur nakað um hvussu vælkoyrandi spælið hjá Fleyr var.

Annað sett endaði 15-4, meðan triðja sett endaði 15-3.


Seinna helvt

gekk betri

Tað vóru tí nakrar vælnøgdar Fleyrkvinnur, sum tóku ímóti silvurheiðursmerkjunum eftir dystin móti Drátti. Tað sá ikki so gott út hjá teimum tá fyrra helvt av kappingini endaði, og tað tyktist trupult hjá teimum, at fáa spælið at ganga.

Men tá farið var inn í nýggja árið, og seinna helvt byrjaði, sá brádliga bjartari út, og tær byrjaðu at vinna dystir, sum tær høvdu tapt fyri jól.

Og endaliga úrslitið gjørdist so at tær fingu hálað seg upp á annaðplássi í kappingini, og tað eiga tær at vera nøgdar við.

Hjá Drátti er beint øvugt. Tær stóðu seg væl í byrjanini, men í seinnu hálvu hevur tað ikki gingið so væl. Tó so, tær skulu ikki lata so illa at, tí tær vóru saman við TB a, einastu liðini, sum koppaðu meistarunum úr Mjølnir, og tað verður ikki gjørt av einum vánaligum liði, hóast tær endaðu á fjórðaplássi.

Vágaliðið er nevniliga gott, og har eru nógvir royndir leikarar at taka av. Tó eiga tær at gera meira burturúr at fáa stabiliserað spælið soleiðis, at tað gerst meira javnt gott alt árið - bæði úti og heima.