Neistin setti StÍF út um heiðursmerkini

Hondbóltur, kvinnur: Strandingar megnaðu ikki at gera nakað við eitt uppsett Neistalið, sum var betri enn StÍF

Neistin-StÍF 19-15 (7-4)


Neistakvinnurnar gjørdu sína skyldu fyri framhaldandi at verða við í stríðnum um silvurheiðursmerkini. Tær vunnu dystin móti StÍF, sum liggur á fjórða plássi og við hesum sigrinum hava tær nærum tryggjað sær bronsuheiðursmerkini.

Endaliga úrslitið kann gerast, at Neistin vinnu silvur, men so skal Stjørnan tapa ein dyst meiri enn Neistin.

Í dystinum sunnudagin, var tað Neistin, sum legði harðast fyri. Tær komu fram um beinanvegin, og tær hildu stílin allan vegin ígjøgnum.

Einastu ferð StÍF hevði samband aftur við Neistan var tá Sóley Mikkelsen javnaði til 1-1, men eftir tað fekk Neistin fýra mál meðan StÍF bert fekk eitt.

Annars má sigast um fyrra hálvleik sunnudagin, at hann var sera málfátækur. StÍF megnaði bert at skjóta fýra mál upp á 30 minuttir, og tað er heilt einfalt ov vánaligt í fyrstu deild.

Ikki tí, sjey mál í einum hálvleiki er heldur einki bragd, men tað var so nóg mikið til at hava munin. Hinvegin kunnu fáu málini eisini verða tekin um gott verjuspæl, men hóast tað, so er tað ov lítið við ellivu málum í einum hálvleiki.

Neistin fór longur og longur frá StÍF og í veruleikanum var dysturin avgjørdur longu tá fyrri hálvleikur var farin.


Neistin koyrdi á

Neistin byrjaði seinna hálvleik, sum tær endaðu fyrra. Tær øktu um munin niður til StÍF, sum ikki megnaði at svara aftur. Strandakvinnur høvdu trupult við at fáa álopsspælið at koyra, og tað sást ikki á teimum, at tær nakrar fáar dagar frammanundan høvdu steðgað Kyndli at gerast føroyameistarar, við at spæla javnt móti teimum í høllini á Skála.

StÍF fekk ikki gongd á spæl sítt fyrr enn dysturin var avgjørdur, og tá var ov seint. Tá var Neistin frammanfyri við átta málum og bert 13 minuttir vóru eftir at leika.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Neistin vann dystin 19-15 og tað hevði við sær, at tær nú eru vísar í at fáa heiðursmerkir. Spurningurin er bara hvat slag heiðursmerkini verða - silvur ella bronsa.