Tryggur sigur til VB

Hondbóltur: Tað var eingin ivi um, at tað var VB, sum var betra liðið í botnuppgerðini móti GÍ/Tjaldur á Kambsdali leygardagin

Vágskvinnur leiktu tann fyrra, av tveimum dystum í vikuskiftinum, í høllini á Kambsdali leygardagin, har tær vunnu ein tryggan sigur móti hinum botnliðnum GÍ/Tjaldur, sum nú liggur púra einsamalt í botninum.

Heimaliðið byrjaði betur

Tað var annars heimaliðið, sum byrjaði betur. Tær løgdu seg á odda 3-0 longu, tá ið fimm minuttir vóru leiktir, og tá ið 12 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki var heimaliðið á odda 5-3.

Venjarin hjá GÍ/Tjaldur, Sverri Jacobsen, hevði frá byrjan valt at mansverja spælskiparan hjá VB, Sólrun Krosslá, men hetta kom ikki dátt við hjá vágskvinnum, sum nú av álvara fingu pláss til at vísa sína veruliga styrki, sum er gjøgnumbrot. Leikararnir hjá VB skiftust um at fara ígjøgnum verjuna hjá heimaliðnum, og tær býttu málini so kristilga sínamillum.

So hvørt sum fyrri hálvleikur leið, fóru gestirnir úr Vági frá felagsliðnum úr Eysturoynni. VB var so at siga allatíðina á odda við trimum ella fýra málum, og tað var eyðsæð, at heimaliðið ikki hevði eins nógv at bjóða uppá, sum vágskvinnur høvdu. Nógv tann størsti parturin av málatsóknunum hjá GÍ/Tjaldur kom úr høgra borði, meðan vinstra álopssíða hjá felagsliðnum var rættuliga tom.

Tað var tó ein løta, har felagsliðið var um at fáa VB aftur. Tær fingu minkað um munin til 9-10, tá ið átta minuttir vóru til steðgin, men so gjørdi VB aftur bart og fór fram um 14-9. Tað, sum eftir av hálvleikinum, fekk GÍ/Tjaldur trý mál, meðan VB fekk tvey, so at hálvleiksstøðan gjørdist ein fýramálsleiðsla til VB 16-12.


Øktu um munin

VB byrjaði seinna hálvleik væl, og tær løgdu seg á odda 18-12, tá ið einans tveir minuttir vóru farnir av hálvleikinum. Felagsliðið fekk svarað aftur, men so setti VB ferðina upp, og tað, sum eftir var av dystinum, øktu tær bara um leiðsluna.

Tá ið níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var VB á odda 19-15, men næstu tíggju minuttirnar gjørdi VB eitt ordans hál. Tær skoraðu ikki minni enn níggju ferðir, meðan heimaliðið einans skoraði tvær ferðir, so at støðan ellivu minuttir fyri dystarlok var 28-17 til VB.

Eysturoyarkvinnur vóru nú fullkomiliga falnar í fátt, og síðstu løtuna av dystinum var lítið skil á. VB fekk tó skorað fimm ferðir, meðan heimaliðið fekk trý mál, so at endaliga úrslitið gjørdist 33-20 til VB.

Dómararnir í dystinum, brøðurnir Alexandur og Artur Johansen, dømdu fyrimyndarliga væl. Spælararnir løgdu als ikki merki til dómararnar, og tað er altíð eitt gott tekin um góða døming.

Hjá heimaliðnum komu Sunrið Gleðisheygg og systrarnar báðar, Mona Langgaard og Beinta Joensen, væl frá dystinum, meðan Arnleyð Krosslá spældi ein stak góðan dyst fyri VB og skeyt heili tíggju mál. Eisini leikti Eyðbritt Krosslá ein góðan dyst fyri gestirnar.