400 suðuroyringar vóru í biografi um vikuskiftið

Tað fyrsta vikuskiftið hjá tí nýggja biografinum í Suðuroynni gekk væl, hóast hann fekk eina heldur óhepna byrjan

Nú sleppa suðuroyingar aftur í biograf.

Fríggjakvøldið byrjaðu sýningarnar í nýggja biografinum á Tvøroyri.Síðani eru filmir vístir slag í slag og nógvir suðuroyingar hava hesar seinastu dagarnir nýtt høvi at sleppa í biograf í oynni fyri fyrstu ferð í eini 15 ár.

Men tað vóru tey sum hildu, at tað var óklókt at byrja sýningarnar í tí nýggja biografinum ein fríggjadag.

Og tað skerst ikki burtur, at at tey, sum hava pátrúgv, vórðu styrkt í trúnni uppá, at tað kann ikki annað enn ganga galið, tá ið ein fer undir nakað nýtt ein fríggjadag.

Tí tá ið frumsýningin skuldi verða klokkan 17.30 fríggjadagin, vóru filmarnir ikki komnir fram, so tann allarfyrsta sýningin í nýggja biografinum í Suðuroynni mátti avlýsast...

Suðurbio skuldi vísa tríggjar filmar fríggjakvøldið.

Filmarnir skuldu koma suður úr Klaksvík, har Atlantis Bio hevði víst teir.

Avtalað varð gjørd við strandferðslumannin um at flyta filrmarnar suður við Smyrli á miðdegi fríggjadagin.

Men teir komu ikki longur enn til Havnar...

Filmarnir komu so ikki suður fyrrenn fríggjavøldið.

Sostatt mátti fyrsta sýningin avlýsast og onnur sýningin varð nakað væl seinkað.

Leygarkvøldið var eisini ein lítil trupulleiki við einum, sum spolar filmin aftur, so tann eina sýningin varð eitt sindur seinkað.

Men burtursæð frá tí hevur fekk suðurbio eina góða byrjan.

Og teir, sum hava fyrireikað biografin siga, at óhappini kunnu ikki vera hend tí at teir byrjaðu fríggjadag. Tí tað gjørdu teir ikki. Fyri at tryggja seg ímóti óhappum, høvdu teir nevniliga eina óalmenna undansýning hósdagin..

Fríggjakvøldið vóru tvær sýningar, leygarkvøldið tríggjar, sunnudagin fýra og mánakvøldið tríggjar.

Tilsamans gott 400 fólk hava verið í biograf hetta vikuskiftið, og tað eru fyrireikararnir nøgdir við.

Flest fólk vóru og hugdu eftir barnafilminum ?Babe?

Filmar verða vístir fimm dagar um vikuna.

Í dag og í morgin verður ongin biografur.

Men fríggjadagin eru so aftur tríggir nýggir filmar á skránni. Og tað eru tríggir filmar, sum suðuroyingar kunnu gleða seg til.

Tann eini filmurin er nógv rósti ?Walt Disney? teknifilurin ?Prins of Egypt?. Tað er upprunafilmurin við enskari talu og donskum teksti, sum verður vístur. Annar filmurin er ?Startrek?.

Og triði filmurin er stórfilmurin hjá Steven Spielberg ?Saving Private Ryan?, sum hevur ingið framúr góð ummæli, og sum er í uppskoti til heilar 11 Oscar-heiðurslønir. Hetta er ein krígsfilmur, sum Tom Hanks, sum hevur høvuðsleiklutin í.