Todi hevur fingið nýggjan venjara

Fótbóltur: Kent Karlsson fór í fyrradagin úr starvinum av persónligum orsøkum og gamli venjarin, Kim Brink, tók við aftur sum venjari

Tað gongur ofta skjótt í fótbóltsheiminum, ikki minst tá tað ræður um at seta venjarar og at geva venjarum sekkin. Í fyrradagin bórust tíðindini, at felagið hjá Toda Jónsson, FC Keypmannahavn, hevur fingið nýggjan venjara. Sviin Kent Karlsson er loystur úr starvinum, og Kim Brink, sum var venjari frammanundan, at svenski venjarin kom til FCK, hevur tikið við aftur starvinum, sum hann í hvussu so er skal røkja fram til ársskiftið.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá FCK tey fyrstu umførini í superliguni, men í donskum fjølmiðlum verður sagt, at tað er ikki ónøgd í FCK, sum er orsøkin til, at venjarin hevur lagt frá sær. Orsøkin verður søgd at vera av familjuávum, og tað vil sið øðrum orðum siga, at talan er um álvarsama sjúku í familjuni hjá Kent Karlsson.

Kim Brink, sum nú aftur er settur sum venjari, hevur í meiri enn eitt ár verið tað, teir kalla ítróttarligur leiðari í FCK. Frammanundan var hann venjari, men hann varð koyrdur frá og settur í eitt minni týðandi starv í felagnum, tí úrslitini vóru ikki tey, sum teir í FCK vildu hava tey at vera.

Tá tað nú verður sagt, at Kim Brink er settur fram til ársskiftið, man hava við tað at gera, at nevndin í FCK ynskir at geva honum ein nýggjan møguleika at vísa, um hann kann røkka betri úrslitum, enn hann megnaði í fyrra umfarinum. Fer hann at megna tað, so er ikki óhugsandi, at felagið fer at bjóða honum at halda fram.

Eitt felag sum FCK vil helst ikki geva venjarum sparkið ov ofta. Verða úrslitini ikki nóg góð, so nýtist felagið ikki at geva Kim Brink sekkin, tí sáttmálin er bara galdandi til ársskiftið.

Bjarne Hansen var hjálparvenjari hjá Kim Brink fyrru ferðina, hann hevur verið hjálparvenjari hjá Kent Karlsson, og hann skal halda fram sum hjálparvenjari hjá Kim Brink.


Todi fyrsti málskjútti

Sama kvøldið, sum tíðindini um venjaraskiftið í FCK vórðu almannakunngjørd seinnapartin, vóru Todi Jónsson og liðfelagarnir yviri á Fyn og spældu móti Svendborg í fimta umfarinum í donsku steypakappingini.

Í fyrsta umfari sá tað ikki út til, at spælararnir vóru serliga skelkaðir av venjaraskiftinum. FCK vann 3-0 móti botnliðnum í 1. deild.

Todi Jónsson var fyrsti málskjútti við nýggja venjaranum við róðri. 65 minuttir vóru farnir, áðrenn tað eydnaðist høvuðsstaðarfelagnum at fáa bilbukt við minna provinsfelagnum, men so gekk skjótt. Peter Nielsen økti til 2-0, tá eitt korter var eftir, og Piotr Haren slerdi sigurin fastan, tá tað restaðu átta minuttir.

Drúgv ferð hjá Jákupi

Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge høvdu eina eitt sindur torførari uppgávu í steypakappingini, enn teir í FCK. Herfølge spældi á útivølli móti Herning, sum er millum tey liðini í 1. deild, ið liggja best fyri í stríðnum um tey bæði ovastu plássini, og tað kendist eisini á mótstøðuni.

Tá teir fyrstu 90 minuttirnir vóru farnir stóð á jøvnum 1-1. Jimmy Kastrup legði Herfølge á odda, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, men eftir 69 minuttir javnaði Thomas Ambrosius fyri heimaliðið.

So varð umdystur spældur, og tískil varð tað neyðugt at útseta bussferðina hjá Herfølge um brúgvarnar um Lítlabelt og Stórabelt.

Spælt varð tvær ferðir fimtan minuttir. Fyrra umfarið kom einki mál, men tá tað restaðu seks minuttir av seinna umfarinum skoraði Thomas Knudsen fyri Herfølge. Herning megnaði ikki at svara aftur, og sostatt er Herfølge í hattinum saman við m.a. FCK, tá lutur verður drigin til 6. umfarið.