Neistin-H71 31-26 (16-15)
Neistin og H71 hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Undan dystinum var Neistin á fimtaplássi og tað vóru teir eisini eftir dystin, líka mikið um teir vunnu hann ella taptu. Men munurin upp til H71 var bara eitt stig, um teir vunnu og tað merkir í grundini, at Neistin kann um alt gongur teimum eftir vild enda omanfyri hoyvíkingarnar í stigatalvuni, tá avtornar.
Og tað er nakað, sum bendir á tað borðið, at Neistin í framtíðini ikki fer at vera so lættur at syfta, sum hann hevur verið fyrr.
Liðið hevur fingið eina størri breidd síðani Heini Joensen kom, og tað tyktist sera trupult hjá hoyvíkingum at seta honum forðingar fyri og í sama sambandi er vert at hava í huga, at Neistin hevur vunnið á øllum hinum liðunum í fyrstu deild. Ikki so galið, men teir hava kortini tapt ov nógvar dystir til at kunna liggja heilt fremst.
Tó skal tað sigast beinanvegin, at dysturin sunnudagin varð avgjørdur við eini burturvísing. Eingin ivi um tað. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var Hans Gudmundsson burturvístur fyri at hava tikið júst Heina Joensen, og tann burturvísingin hevði við sær, at Neistin, við at halda stórspælaran hjá H71 henda dagin, Finnur Hansson, úti av spælinum, púra oyðilegði spæl hoyvíkinga.
Um útvísingina er tað at siga, at hon var púra røtt. Har var eingin ivi um, at Hans tók í armin, og tað sá heldur ikki út til at hann var ósamdur. Hann mótmælti í hvussu er ikki avgerðini og fór av vøllinum, sum tað sømir seg góðum ítróttamanni. Hann tók nevniliga í hondina á Heina og bæð hann um umbering.
Gekk javnt á
Tað var annars ilt at taka dagar ímillum hvat av liðunum var tað betra í fyrra hálvleiki.
Spælið gekk aftur og fram við nógv størri ferð enn leikararin megnaðu at fylgja við í, og tað hevði við sær nógvar feilir. Hetta gjørdi sítt til, at dysturin, til tíðir, var ótrúliga rótutur.
Einu løtuna vóru tað hoyvíkingarnir, sum hvødu munin, eina aðra løtu vóru tað Neistamenn. So vendi aftur og tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki sá út til at hoyvíkingarnir høvdu funnið stevið. Teir vóru tá frammanfyri við einum máli, men tað hjálpti kortini ikki so nógv, tí stutt eftir svaraði Neistin aftur og áðrenn hoyvíkingarnir vistu av tí, var Neistin farin framumaftur.
Eftir tað royndu hoyvíkingar at trýsta Neistan, men alt til onga nyttu. Teir komu ikki nóg tætt upp at til at kunna fáa mál, og tískil fór Neistin til hálvleiks við leiðsluni 16-15.
Sama skil
í øðrum hálvleiki
Tá liðini komu útaftur á vøllin eftir hálvleikssteðgin var væntandi, at hoyvíkingar fóru at gera nógv meira um seg enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki.
Neistin hevði gjørt av at mansverja Hans Gudmundsson, so hann sóu vit sera lítið til í hesum dystinum. Kortini hevur tað nógv at siga, at hann er á vøllinum, tí hann bindur ein mann, og gevur harvið øðrum tað neyðuga plássið. Hesum plássi dugdi Finnur Hansson sera væl, at gera sær dælt av og hann fekk eisini heili tíggju bóltar afturum Boga Henriksen í Neista-málinum.
Hoyvíkingar gjørdu eina taktiska broyting í seinna hálvleiki fyri at steðga spælinum hjá Neistanum. Teir settu ein mann út av mansverja Trónd og tað tyktist verða júst tað, sum skuldi til fyri at steðga uppspælinum hjá Neistanum.
Tróndur hevði saman við Heina verið ein týðandi partur av uppspæli Neistans og eftir at hann varð mansvardur, kom stígur í uppspælið.
Bólturin koyrdi fleiri ferðir framman fyri verjuna hjá hoyvíkingum, men tað kom sjáldan nakað skilagott burturúr. Tað var ikki fyrr enn Heini tók sakina í egnar hendur, at hol kom á, og tað var ikki so sjáldan, at tað mátti til. Av teimum fimtan málunum, sum Neistin fekk í seinna hálvleiki fekk Heini ikki færri enn tíggju.
Burturvísingin
Sum nevnt frammanfyri fekk burturvísingin sera stóran fyri endaliga úrslitið. Neistin hevði bóltin og royndi at koma ígjøgnum uttan at tað eydnaðist. Heini fekk bóltin og fann eitt hol í verjuni beint har, sum venjarin hjá hoyvíkingum stóð, og hann smeyg sær ígjøgnum. Hans var ov seinur á sjóvarfallinum og fekk ikki fatur á arminum á Heina fyrr enn hann var farin fram við, og tað kostaði. Hann fekk reyða kortið og H71 ein dyggan frammaná.
Støðan var tá 24-24 og við brotskastinum beint eftir kom Neistin framum 25-24.
Hoyvíkingar javnaðu, men nú var nógv lættari hjá Neistanum at byrgja fyri spælinum hjá hoyvíkingum. Finnur Hansson varð mansvardur og við tí reyk seinasti trumfurin hjá hoyvíkingum. Spælið datt púrasta sundur og Neistin streyk frá teimum.
Eftir lítlari løtu vóru teir frammanfyri 29-25 og dysturin var avgjørdur.
Endaliga úrslitið gjørdist 31-26 til Neistan, men sigurin var størri enn munurin var á liðunum.
Avbera gott
málmanspæl
Frammanfyri er nevnt, at spælið til tíðir var sera rótut. Men tað var nú ikki tað einasta sermerkið fyri henda dystin. Eitt annað var eisini, og tað var meira positivt.
Tað vóru teir báðir málmenninir. Bogi Henriksen í Neistamálinum og Jens Skipagøta í H71-málinum. Teir stóðu báðir ein góðan dyst við nógvum framúr góðum bjargingum. Tó var tað Bogi, sum var størra hetjan henda dagin, tí hansara stóra arbeiði aftanfyri verjuna gjørdi, at Neistin alla tíðina var við í dystinum. Millum annað hevði hann fleiri góðar dupultbjargingar.
Stuttligt at síggja so gott málmansspæl.
Rós til dómararnar
Nú er tað so, at eyguni, sum síggja ein slíkan dyst, ikki altíð síggja alt á sama hátt, men sum heild var dømingin góð. Teir báðir Hanus Kúrberg og Hans Thomassen komu væl frá uppgávuni og tað eru tey fægstu sum munnu verða ósamd í útvísingini av Hans Gudmundssyni.
Tað er tó ein útvísing, sum eigur at verða drigin fram, sum eitt gott dømi.
Í endanum av dystinum vóru hoyvíkingar illa fyri. Teir vóru ørkymlaðir av skeivu gongdini og hetta hevði við sær, at ein av leikarunum tók í so rívan til. Hann rópti ikki eftir nøkrum øðrum enn sær sjálvum, men dómarin vísti honum av vøllinum fyri at vera ein vánalig fyrimynd fyri teir ungu áskoðararnar, sum í høllini vóru henda dagin!
Hetta var skilagóð avgerð, hóast hon ikki hevði nakað við spælið at gera sum so, men tað eigur at minna leikarar á, at slíkur atburður ikki sømir seg.










