Stjørnan snávaði

Hondbóltur: Heldur óvæntað fekk Stjørnan einans javnleik á heimavølli í Klaksvík sunnudagin ímóti VB, sum fekk trý av fýra møguligum stigum norðanfjørðs hetta vikuskifti

Stjørnan hevur havt eitt stak gott kappingarár, og undan triðseinasta leikumfarinum lógu tær næstovast á stigatalvuni í bestu kvinnudeildini. Sunnudagin fingu tær vitjan av VB, sum dagin fyri hevði ognað sær tvey stig við at vinna á GÍ/Tjaldur á Kambsdali. At tað skuldi eydnast vágskvinnum at fáa javnleik móti Stjørnuni, var óvæntað.


VB byrjaði illa

Tað gekk stak illa hjá VB fyrstu løtuna av dystinum. Vágskvinnur vóru so seinar til Klaksvíkar, at tær nóg illa fingu tíð til at hita upp, og saman við tí, at tær vóru nakað stívar í likaminum eftir dystin leygardagin, førdi tað við sær, at tær fingu eina stak vánaliga byrjan.

Stjørnan byrjaði við at verja 4-2, og hetta gjørdi sítt til at ørkymla álopsspælið hjá VB. Álopið hjá VB gekk so striltið, at tær fyrstu 21 minuttirnar bert fingu tvinni mál. Hinvegin gekk tað heldur ikki ov væl hjá klaksvíkskvinnum í teirra álopsspæli, tí verjan hjá VB stóð seg væl og fekk blokerað fleiri skotroyndir hjá Anniku Ljósstein, sum vanliga er millum bestu málskjúttarnar hjá Stjørnuni.

Tá ið nakað var farið av fyrra hálvleiki, skifti Stjørnan frá at verja 4-2 til 5-1. Hetta gjørdi sítt til, at álopsspælið hjá VB gekk betur, og vágskvinnur fingu so spakuliga fatur á heimaliðnum aftur. Knappir fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, tá ið Stjørnan legði seg á odda 8-5, men í teimum báðum seinastu minuttunum eydnaðist tað gestunum at skora tríggjar ferðir, so at hálvleiksstøðan var 8-8.


Stjørnan javnaði í evstu løtu

Vágskvinnur fingu fyrsta málið í seinna hálvleiki, men so kom lív í Stjørnuna aftur, og tær skoraðu fýra ferðir á rað og løgdu seg á odda 12-9, áðrenn VB fekk svarað aftur.

Síðani var tað VB, sum tók yvir, og tær næstu tíggju minuttirnar skoraðu tær sjey ferðir, meðan klaksvíkskvinnurnar bert skoraðu tvær ferðir, so at VB nú bráddliga var á odda 16-14!

Eftir at hetta skiftust liðini um at fáa mál, og tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika, legði Sólrun Krosslá VB fram um 19-17 við brotskasti. Vágskvinnur gjørdust nú knappliga greiðar yvir, at tær vóru við at fáa tvey sera óvæntaði stig við til Vágs, og hetta var við til at gera tær eitt sindur fjálturstungnar. Í tveimum álopum á rað seinastu tveir minuttirnar blakaðu tær bóltin vekk, og Stjørnan fór í álop og skoraði. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 19-19, hóast VB var á odda við tveimum málum, tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika.

Hvat tað var, sum gjørdi, at tað gekk so illa hjá Stjørnuni, er ilt at meta um, men at VB fekk vart fyri Anniku Ljósstein hevði nógv at siga, tí tær hava altíð havt trupulleikar av henni. Somuleiðis gekk tað væl hjá VB at bróta ígjøgnum verjuna hjá Stjørnuna, eins og tær fingu fleiri fríspælingar inn á strikuna.

Dømingin í dystinum var einki at reypa av, og báðir partar vóru rættuliga ónøgdir við dømingina. Dómaraparið, ið dømdi dystin, hevur ikki dømt nógv í bestu deildunum í ár, og hetta setti sín dám á dystin. Alt ov ofta bleiv floytað fyri slíkt, sum man væntar bert verður bríkslað fyri í yngri deildum, vildu leikararnir verða við.