Kyndil føroyameistari

Hondbóltur: Meðan Kyndil sunnudagin tryggjaði sær føroyameistaraheitið hjá kvinnunum, so førdi ósigurin hjá mansliðnum hjá havnarfelagnum við sær, at kappingin hjá monnunum aftur er púra opin

Í farnu viku var nógv rok í samband við hondbóltin. Ein dómari kærdi áskoðararnar í Vestmanna fyri ósømiligan atburð eftir og undir dystinum millum VÍF og Neistan, og Hondbóltsambandið gjørdi bart og kravdi eina umbering frá VÍF, men vestmenningar vildu ikki geva nakra umbering, tí teir mettu ikki, at nakað óregluligt var farið fram. Eftir nógvar tingingar aftur og fram gjørdist tað tó greitt, at um vestmenningar ikki komu við eini umbering, kundi tað føra við sær, at dysturin móti Kyndli sunnudagin ikki bleiv leiktur, ella at hann møguliga bleiv leiktur fyri ongum áskoðarum. Tískil komu vestmenningar við eini umbering seint leygarkvøldið, hóast teir ikki vildu viðganga, at nakað óregluligt var farið fram í sambandi við dystin móti Neistanum. HSF góðtók umberingina frá VÍF, og dysturin sunnudagin bleiv leiktur undir vanligum umstøðum.


Kyndlakvinnurnar føroyameistarar

Við sigrinum á VÍF í Vestmanna sunnudagin gjørdist tað greitt, at kvinnurnar hjá Kyndli aftur í ár eru føroyameistarar longu í triðseinasta leikumfari.

Kyndlaliðið hevur gjøgnum alt kappingarárið prógvað, at tær hava bestu manningina og best samanspælda liðið hjá kvinnum. Ferð eftir ferð hava tær eisini prógvað, at tær í mun til hini liðini hava nógv fleiri streingir at spæla uppá. Tær hava higartil einans tapt nakrar tríggjar dystir í øllum kappingarárinum. Í steypakappingini noyddust tær at lúta fyri Stjørnuni úr Klaksvík, og í grundspælinum í landskappingini vóru tær við undirlutan tvær ferðir. Eina ferð ímóti VÍF í Vestmanna og eina ferð ímóti Stjørnuni í Klaksvík. Stjørnan hevur veruliga verið tað liðið, sum Kyndil hevur havt truplast við at basa, meðan Kyndil tó eisini hevur havt tað neyðuga hepni í ávísum dystum, so sum tá ið tær vunnu við einum máli móti Neistanum.

Sjálvt um Kyndil longu hevur ognað sær gullið hjá kvinnunum, so merkir hetta tó ikki, at allur spenningurin er farin úr kappingini hjá kvinnum. Kyndil er sjey stig framman fyri Neistan og Stjørnuna, sum liggja jøvn við 22 stigum hvør á einum deildum annaðplássi. Neistin hevur tó betra málmunin. Hvør, ið vinnur silvurið, er ilt at siga, men til stuttleikar kann nevnast, at liðini, sum bæði hava tveir dystir eftir at leika, bæði skulu møta ávíkavist Kyndli og GÍ/Tjaldur í teimum seinastu dystunum.

Komandi leygardag fer Kyndil til Klaksvíkar at leika ímóti Stjørnuni, og sunnudagin skulu neistakvinnur inn í Eysturoynna at leika ímóti GÍ/Tjaldur. Annan leygardag endar kappingin hjá kvinnunum, og tá leika Kyndil og Neistin í Havn, meðan Stjørnan tá skal í Eysturoynna at leika ímóti felagsliðnum har.


Mansdeildin púra opin

Dysturin í Vestmanna sunnudagin, har menninir hjá VÍF bastu Kyndli, førdi við sær, at kappingin hjá monnunum um føroyameistaraheitið 1999 aftur er púra opin.

Í veruleikanum hava fýra lið, Kyndil, VÍF, StíF og H71, nú møguleikan at gerast føroyameistarar. Tað er tó rættuliga sannlíkt, at møguleikarnir hjá H71 fóru fyri skeytið, eftir at liðið noyddist at lúta fyri Neistanum sunnudagin. Hinvegin eru hini trý liðini so jøvn, at bert tvey stig eru á muni millum nummar eitt Kyndil og nummar trý StíF. Hoyvíkingar eru so aftur eitt stig aftan fyri strandingar, men um hoyvíkingar skulu vinna meistaraheitið, so skulu teir verða meiri enn hepnir.

Dystirnir í tveimum teimum seinastu leikumførinum passa eisini so mikið væl, at vit kunnu rokna við at fáa nakrar branddystir, sum veruligani fær at seta eitt virðuligt punktum fyri einum spennandi og ikki minst áskoðaravinarligum hondbóltsári 1999. Komandi sunnudag skal oddaliðið Kyndil leika ímóti hoyvíkingum í høllini á Hálsi, meðan vestmenningar fara inn á Skála at leika ímóti strandingum. Hendir so til dømis tað, at hoyvíkingar vinna á Kyndli, meðan strandingar og vestmenningar leika javnt, so eru VÍF og Kyndil jøvn í stigum, meðan strandingar og hoyvíkingar eru eitt stig aftan fyri tey bæði.

Í seinasta leikumfarinum hittast so hoyvíkingar og vestmennningar í Havn, meðan Kyndil fer inn á Skála at spæla ímóti strandingum. Báðir hesir dystirnir og teir í næstseinasta leikumfarinum fara uttan iva at gerast sannir gysarar, og tað er eingin ivi um, at tað verða nógv, sum fara at sita á nálum hesar dagarnar. At tað eisini verða nógvar hásar røddir at hoyra á Skála, í Vestmanna og í Havn komandi mánadagarnar man heldur eingin ivi verða um.

Hvussu tað heila so spælir av, er ilt at meta um, men undir øllum umstøðum kunnu øll hondbóltsáhugað síggja fram til tvey sera spennandi vikuskifti, har vit fara at síggja nakrar spennandi dystir, sum fara at seta eitt virðuligt punktum fyri einum megnar hondbóltsári.