Tjaldur framvegis uttan stig

Hondbóltur: Besti møguleikin hjá Tjaldur at ogna sær stig mundi óivað verða sunnudagin, tá ið kollfirðingar vóru á vitjan í Runavík, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað hjá tjaldursmonnum

Tað gekk, sum tað plagar hjá teimum gulu úr Runavíkini, tá ið teir høvdu vitjan av kollfirðingum sunnudagin. Tjaldur hevði leiðsluna í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki kostaði ein burturvísing heimaliðnum dýrt.


Eitt reytt í fyrra

Tjaldur byrjaði dystin best og var eisini fleiri ferðir á odda við trimum málum fyrstu løtuna. Ikki fyrr enn einir tíggju minuttir vóru eftir at fyrra hálvleiki, kom glið á spælið hjá kollfirðingum. Teir vóru tá aftan fyri við tveimum málum, 7-9, men so fingu teir trý mál á rað og løgdu seg á odda 10-9.

Síðani kom Tjaldur við aftur, og teir løgdu seg eisini á odda 14-13, beint áðrenn farið var til hálvleiks.

Átta minuttir fyri hálvleik fekk Leif Hansen hjá kollfirðingum reyða kortið. Leif var á veg í skjótálop, men Jens Martin Knudsen hjá Tjaldur fekk hann aftur og taklaði hann nakað harðliga. Jens Martin bleiv vístur út í tveir minuttir, men hetta var ikki nóg mikið fyri Leif, sum tók og langaði bóltin í ryggin á Jens Martini. Úrslitið var, at Leif fekk reyða kortið, men hann bleiv ikki burturvístur, sum man annars kundi væntað.


Tjaldur helt fram

Byrjanin av seinna hálvleiki var eisini góð fyri heimaliðið. Fimm minuttir vóru leiktir av hálvleikinum, tá ið teir høvdu økt um leiðsluna til 18-14. Um hetta mundi fekk ein av stórskjúttunum hjá Tjaldur, Mortan Hansen, ein skaða í høvdið, tá ið hann brast í gólvið, og hetta gjørdist ein smeitur fyri heimaliðið.

Kollfirðingar fóru nú at mansverja Jens Martin Knudsen, og so hevði Tjaldur alt ov lítið at bjóða upp á. KÍF tók leiðsluna hjá Tjaldur aftur, og tá ið trettan minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, vóru kollfirðingar á odda 20-19.

Nú gekk aftur javnt á, men tá ið átta minuttir vóru eftir at leika, fekk heimaliðið ein dyggan smeit. Kollfirðingar vóru í álopi, og ein av álopsleikarunum hjá KÍF langar til og rakar Pola Hansen beint í andlitið. Hetta hóvaði ikki Pola, og hann tók sakina í egnar hendur og fór eftir kollfirðinginum. Hetta førdi við sær, at Poli bleiv burturvístur, og Tjaldur noyddist at leika tað, sum eftir var av dystinum, við einum manni minni. Hetta útnyttaðu kollfirðingar til fulnar, hóast Tjaldur fekk Mortan Hansen inn aftur á vøllin, og KÍF bara økti um leiðsluna seinastu løtuna, so at endaliga úrslitið gjørdist 33-28 til KÍF.


Ov einstáttað álopsspæl

Tað var dýrt fyri Tjaldur, at Mortan Hansen fór út við skaða. Tá Jens Martin samstundis var mansvardur, vóru fáir, ið kundu hótta verjuna hjá kollfirðingum. Saknur var í Sverra Justinussen, men arbeiði hansara í lønardeildini hjá landsstýrinum førir við sær, at hann situr til sáttmálasamráðingar.

Dómarar úr Kyndli vóru settir at døma dystin, men bert Birgir Sondum møtti. Tískil noyddist Andreas Jacobsen at hjálpa til við dømingini, og tað kom hann bara væl frá. Kanska átti kollfirðingurin, sum fekk reyða kortið, eisini at verið burturvístur, men tað er so einki at gera við tað nú. Birgir Sondum greiddi liðunum frá, at hann hevði ringt til óteljandi dómarar, men eingin vildi koma við at døma. Um tað er alt hóvastákið kring dømingina hjá Birgiri og Gunnar Gregoriussen í Vestmanna herfyri, sum ger tað, so er tað ógvuliga harmuligt.