harvið er gongd sett á barnagarðsbyggiætlanina, sum Vágs Kommuna hevur arbeitt við í longri tíð. Ætlanin hevur tó verið seinkað, tí Vágs Kommuna og landsins myndugleikar ikki komu til sættis um ætlanina [...] forvitnaðust børnini óført, tá gravimaskina loysti grøna svørðin stutt frá teirra spæliplássi. Vágs Kommuna keypti í fjør økið júst við tí endamálið, at barnagarður skuldi byggjast á økinum. Barnagarðurin
Seinastu mánaðirnar hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at knýta samband við vágbingar undir útbúgving. - Vit hava nú knýtt samband við umleið hálvthundrað vágbingar, sum eru undir útbúgving í Føroyum [...] hvørji viðurskifti hava týdning, tá ræður um at menna í Vág og Suðuroynna. Harumframt bjóðar Vágs kommuna eisini lesandi hjálp at finna praktikk pláss. - Nógvar útbúgvingar hava innbygt ein praktikk part [...] lesandi venda sær til Vágs kommunu og fáa hjálp til at finna praktikk pláss í Suðuroynni, sigur Vágs kommuna.
við, at Vágs Kommuna gerst 100 ár. Nógv fólk kom saman, tá Vágs Kommuna týsdagin alment handaði borgarm sínum nýtt spælipláss, ið sjálvsagt serliga er ætlað yngru borgarunum. Men tó royndu bæði Danjal Bjarkhamar [...] Vágs Kommuna er 100 ár og heldur føðingardagsviku hesa vikuna. Týsdagin handaði kommunan borgarum sínum nýtt spælipláss Sera nógv virksemi er í Vági í hesum døgum, nú føðingardagsvika er í samband við
mest av sínum skattainntøkum, er Skúvoyar kommuna, sum higartil hevur fingið sløk 20 prosent minni inn í skatti samanborið við somu tíð í fjør. Viðareiðis kommuna hevur næstan 19 prosent av skattainntøkunum [...] kommunurnar hava mist burtur av sínum skattainntøkum í ár, men tað eru eisini undantøk. Kunoyar kommuna hevur fingið næstan 9 prosent meira inn í skatti higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Í fíggjarætlanini fyri 2007 hevur Leirvíkar kommuna sett 7 mió krónur av til bátahyl á Toftanesi Leirvíkar kommuna er farin undir fyrireikingararbeiði at byggja nýggjan bátahyl á Toftanesi í Leirvík. Sp/f [...] økið niðan fyri kirkjuna og miðstaðarøkið út eftir Kulibakka, verða ein heild, sigur Leirvíkar kommuna.
Sunda kommuna hevði sýtt fyri at veita innlit vísandi til kravið um eyðmerking í innlitslógini, og at tað ikki var gjørligt at leita fram skjalførdu upplýsingarnar, ið umbønin um innlit fevndi um. Umb [...] Umboðsmaðurin helt tað ikki vera rætt, at Sunda kommuna vísti til kravið um eyðmerking. Harafturat helt umboðsmaðurin, at umstøðurnar í málinum ikki vóru soleiðis, at kommunan kundi vísa á sína egnu skipan [...] skipan at skjalføra sum grundarlag fyri ikki at veita innlit. Sunda kommuna hevði kravt eitt undangjald fyri at veita innlit. Í kanning frá 2023 hevði umboðsmaðurin mint Sunda kommunu á, at undangjald einans
at Tórshavnar kommuna ikki hevði viðgjørt møguleikan at gera klagaran kunnigan við upplýsingar, ið ikki vóru undantiknar skjalainnliti. At enda vísti umboðsmaðurin á, at Tórshavnar kommuna átti at hildið [...] viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av einari umbøn um innlit. Tórshavnar kommuna gav eftir 44 døgum klagaranum noktandi svar uttan at hava givið kunning frammanundan um orsøkina
Tórshavnar kommuna hevur orðað nýggjan vinnupolitikki fyri árini 2024 til 2028. Fríggjadagin verður høvið hjá áhugaðum at hoyra meira um nýggja vinnupolitikkin. Tiltakið er alment, sigur Tórshavnar kommuna.
MAP arkitektar og Fuglafjarðar kommuna hava endurskoðað samstarvsavtalu. Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at endurskoða avtaluna við MAP-arkitektar frá 2020, um ráðgeving í samband við umbygging av [...] av “64-skúlanum”. Hetta skrivar Fuglafjarðar kommuna. Myndini er frá tá Dávur Juul, borgarstjóri, og Rúni Abrahamsen frá MAP-arkitektum undirskrivaðu avtaluna.
Vágs kommuna 3,6 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu umleið 55,2 mió. kr., sum svarar til umleið 1,09 álíkning. Gongst sum ætlað verður Vágs kommuna undir [...] mió. kr. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 7,5 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini. Vágs kommuna gjørdi í 2019 íløgur fyri tilsamans umleið 7,4 mió. kr. Ein munandi partur av íløguni fóru til tekniska [...] næmingar frá 4. til 9. flokk, umframt at nýggj telduútgerð varð keypt til næmingar við orðblindni. Vágs kommuna keypti eisini í 2019 húsini, har Ungdómshúsið hevur hildið til. Í miðbýnum varð hildið áfram við