Spakin settur í fyri barnagarði í Vági

Klokkan 14 seinnapartin varð spakin settur í fyri nýggjum barnagarði í Vági. Eydis Kjærbo, býráðslimur, og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, settu spakan í, og harvið er gongd sett á barnagarðsbyggiætlanina, sum Vágs Kommuna hevur arbeitt við í longri tíð.

Ætlanin hevur tó verið seinkað, tí Vágs Kommuna og landsins myndugleikar ikki komu til sættis um ætlanina. Men fyri stuttum boðaði Vágs Býráð frá, at nú verður farið undir at byggja barnagarð, ið hevur 48 fulltíðarpláss og 16 hálvtíðarpláss.

Í dag er so útgrevsturin byrjaður á økinum vestanfyri húsini, har barnagarðurin Eikilund nú húsast, og sjálvsagt forvitnaðust børnini óført, tá gravimaskina loysti grøna svørðin stutt frá teirra spæliplássi.

Vágs Kommuna keypti í fjør økið júst við tí endamálið, at barnagarður skuldi byggjast á økinum. Barnagarðurin verður eftir ætlan liðugur um eitt ár.