Kvívíkingar á fólkaatkvøðu

31. mai skulu kvívíkingar á fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Bygarráðið vil hava at vita, hvørjum kvívíkingar helst vilja leggja saman við: Tórshavnar kommunu, Vestmanna kommunu ella Vága komunu. Bygdarráðið hevur á fundi 21. mars samtykt at hava fólkaatkvøðu í Kvívík viðvíkjandi kommunusamanlegging. Og spurningarnir, sum fólkið skal savara, eru hesir:

1. Skal Kvívíkar kommuna leggja saman við aðrari kommunu?

2. Um Kvívíkar kommuna skal leggja saman við aðrari kommunu, hvørja velur tú, Tórshavnar, Vestmanna ella Vága kommunu.

Bygdarráðið vil hava at vita frá fólki, sum atkvøða nei til fyrra spurningin, hvørjum tey helst vildu lagt saman við, um so er, at kommuna við lóg verður áløgd at leggja saman við aðrari kommunu.

Kunnandi fundur verður í skúlanum 23. mai, har Eyðun Christiansen, aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya, verður orðstýrari, og borgarstjórarnir úr ymsu kommununum luttaka.