17 fólk hava søkt um starvið sum kommunustjóri í Vága kommunu, nú umsóknarfreistin fór í gjár.
Tað eru fleiri menn enn kvinnur, ið hava søkt um starvið, tí kynsbýtið millum umsøkjararnar er 11 menn og seks kvinnur, boðar Vága kommuna frá.
Tað eru lidnar tríggjar vikur, síðan kommunan fór undir at lýsa við starvinum, og áhugin er stórur, ásannar Vága kommuna, hvørs setanarbólkur nú fer undir at viðgera allar innkomnu umsóknirnar beinanvegin. Miðað verður eftir at seta starvið frá 1. juli ella skjótast, ið til ber.
– Í stuttum kann sigast um starvið, at kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna og megna at halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Borgarstjórin og kommunustjórin mynda kommununa úteftir saman, sigur Vága kommuna.