Finna ikki kelduna til dálkingina

Vatnið í Vesturbýnum dálkað í meira enn eina viku

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at kókitilmælið, ið hevur fyri drekkivatnið í Vesturbýnum og parti av Argjum stendur við.

Kókitilmælið hevur verið fyri økið í meira enn eina viku nú, og borgararnir í økinum mugu brynja seg við toli, tí trupulleikin er framvegis ikki loystur, sigur kommunan.

Vatnið er dálkað við koliformum bakterium, og illgruni er um, at dálkað vatn setur inn í goymsluna, ið er undir sjálvum vatnverkinum í Havnardali. Vatnroyndirnar, ið eru tiknar, geva eina ógreiða mynd av støðuni, sigur Tórshavnar kommuna, sum aftur í dag fer at taka fleiri royndir av vatninum, sum skulu staðfesta, hvar dálkaða vatnið setur inn í skipanina.

Tórshavnar kommuna sigur tó, at verður orsøkin til trupulleikan ikki funnin, fer allur býurin og ein partur av argjum at fáa vatn úr Villingardali seinni í vikuni.