Sambýlið á Strondum skal hava navn

Sjóvar kommuna hevur skrivað út kapping um navn til nýggja sambýlið, sum verður bygt á Strondum.

Í sambandi við, at sambýli verður bygt á Strondum, hevur Sjóvar kommuna útskrivað navnakapping.

 

- Uppskotini skulu skrivast á ein lepa og leggjast í brævbjálva við frámerki á. Gott hevði verið um ein frágreiðing um, hví júst hetta navnið er hóskandi til sambýlið, fylgir við.

 

Sjóvar kommuna vísir á, at brævbjálvin skal merkjast "Navnakapping", men avsendarin skal ikki skrivast á brævbjálvan.

 

- Navnið á avsendaranum skal leggjast í ein annan brævbjálva við sama frámerki, sigur kommunan, sum eisini fer at tilskila sær rætt til ikki at brúka nakað uppskot.

 

Velur kommunustýrið hinvegin eitt uppskot, fær vinnarin 5.000 krónur í virðisløn.

 

- Navnið verður avdúkað, tá sambýlið letur upp, og uppskot skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 31. desember í ár, sigur Sjóvar kommuna í dag.