Nýggjur skúla skal byggjast í stain fyri soppafongda skúlan á Giljanesi, men Helena Dam á Neystabø dámar einki, at Vága kommuna skal hava sín skúla og Sørvágs kommuna sín.
Lansstýriskvinnan hevur áður heitt á kommunurnar um at samstarva, og tað ger hon aftur nu. Mentamálaráðið kann ikki áleggja kommununum at samstarva um skúlabygging. Men landsstýriskvinnan hedur, at ein samskipan er til fyrimuns fyri allar partarm bæði fíggjarliga og námsfrøðíliga.
Í seinastu viku sendi landsstýriskvinnan enn eina áheitan til kommunurnar í Vágum.
Vága kommuna hevur søkt Mentamálaráðið um at góðkenna ætlaðu skúlabyggingina íáGiljanesi. Sambært byggikønum fólki hjá Landsverki er ætlaði skúlabygningurin nóg stórur til alla oynna.
Helena Dam á Neystabø bíðar við at geva loyvi til skúlabyggingina, til hon hevur kunnað landsstýrið. Samstundis vónar hon, at kommunurnar í Vágum vilja samstarva um skúlabygging.