Tórshavnar kommuna fer nú at ríva fjósið i Homrum í Kollafirði, sum kommunan keypti í sambandi við útstykkingina á Hamrabø í Kollafirði. Fjósið er ein betongbygningur í fleiri hæddum, sum er í ringum standi, og vandi er fyri, at fjósið kann fara í luftina, um ein stormur kemur. Hetta kann verða sera vandamikið, og tí skal fjósið rívast.
- Í storminum undan jólum vóru nøkur vindeygu og úthurðar blást úr fjósinum. Tískil mælti umsitingin til, at kommunan tekur fjósið niður beinanvegin. Sløkkiliðsstøðin hevur fyribils tryggjað bygningin, um ein stormur skuldi komið, skrivar Tórshavnar kommuna. Eftir ætlan verður eitt grundstykki matrikkulerað á økinum, har fjósið stendur.
- Umsitingin hevur mælt til at játta pening til at taka fjósið niður beinanvegin, hesum tók fíggjarnevndin undir við og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna.










