Í løtuni verður langhylurin í Gundadali lagdur til rættis. Langhylurin verður staðsettur vestan fyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag. Í avtaluni, sum varð undirskrivað í dag, yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningin á sumri 2020 og rindar ÍSF fimm milliónir krónur í endurgjaldi fyri húsið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Samstundis hava partarnir skrivað undir ætlanarskriv um leiguavtalu um lendi til at byggja nýtt ÍSF-hús suður úr og fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali.
Við hesum er enn eitt týðandi stig tikið fram ímóti, at ÍSF kann fáa góðar karmar til egið virksemið og tað hjá mongu ser- og menningarsambondunum. Harumframt er enn ein týðandi fyritreyt fyri, at langhylurin verður bygdur, komin uppá pláss, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.