Fleiri føroyskar kommunur hækka barnafrádráttin tann 1. januar 2013. Í krónum og oyrum hækkar barnafrádrátturin mest í Tórshavnar kommunu og Fugloyar kommunu, vísir ein uppgerð hjá TAKS.
Eftir ársskiftið hækkar barnafrádrátturin í Fugloyar kommunu 3000 krónur, meðan Tórshavnar kommunu hækkar sín barnafrádrátt við 2500 krónum. Eisini í Kunoyar-, Fuglafjarðar-, Sjóvar-, Runavíkar, Eiðis-, Hovs- og Porkeris kommunu hækkar barnafrádrátturin millum 2000 og 500 krónur komandi ár.
Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at hjá flest øllum kommunum verður kommunuskattaprosentið óbroytt komandi ár. Í Tórshavnar- og Hovs kommunu lækkar kommunuskatturin við hálvum prosentstigi, í Eiðis kommunu við 0.25 prosentstigi, meðan kommunuskatturin hækkar 0,50 prosentstig í Vága kommunu og 1,30 prosentstig í Viðareiðis kommunu.
Sands kommuna, Skopunar kommuna og Tvøroyar kommuna hava eisini eftir ársskiftið hægsta kommunuskattaprosent í landinum - 23,5%










