fleiri á bryggjuni, ið ikki sluppu við. Eftir ætlan skuldi Smyril tó ikki sigla fyrr enn kl. 19:00, men manningin avgjørdi at leggja frá landi, tí pláss var ikki fyri fleiri umborð. Onkur, ið kom á bryggjuna [...] Pride sigldi kl. 01:00 av Hvalba við 30 ferðandi og var á Havnini um kl 04:00. Sunnumorgunin fóru 80 fólk við Smyrli til Havnar. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, viðgongur, at teir mugu [...] sigldi. - Loysnin kundi verið betri, enn hon var, og hon kundi verið skjótari, men Pride lá inni á Strondum og tað tók sína tíð at fáa hann kláran, sigur Reidar Nónfjall. - Henda leiðin er truplari enn t
sigurin á jóansøku er kappróðrartosið av álvara kyknað aftur á Strondum: ? Tað er altíð hugaligari, tá tað gongst væl. Tá báturin var nýggjur vunnu vit FM bæði í 1991 og í 1992, og tá var mesta tosið á Strondum [...] kappróður. Í fjør gekk hampuligt hjá Stráluni, sum í FM kappingini endaði á øðrum plássi og sum í onkrum róðrum, t.d. á ólavsøku, endaði á næstfremsta plássinum. Tað er sera ungir menn, sum manna Stráluna. Teir [...] frágera gott at vunnið á ólavsøku. Tað hava vit ongantíð gjørt ? heldur ikki tey bæði árini, tá vit vunnu FM, sigur Anfinn Gærdum, formaður í ungmanafelagnum Stráluni á Strondum, sum eigur kappróðrarbátin
Vági eydnaðist tað havnarkvinnunum at ota seg upp á ovastu rók á stigatalvuni. Men munurin er so lítil, sum tað ber til, og tað vera úrslitini í Miðvági og á Havnarvág, sum fara at gera av, hvør av hesum báðum [...] metingargrundarlag fyri FM kappingini, so er tað sumt, ið bendir á, at tað eru tær umborð á Jarnbarði, ið eru betri fyri enn tær umborð á Hvessingi. Jarnbarður var fremstur so at siga allan teinin. Onkra [...] eisini væl uppií. Kvinnurnar av Strondum megnaði ikki at vísa tað, sum menninir umborð á Stráluni kláraðu. ? Men tær eru bara fimtan og sekstan ára gamlar, og halda tær á, so fara avrikini og úrslitini
heiður at sleppa her á sjálvari jóansøku at halda røðu fyri tykkum, á pisufundi, á hesum fagnaðardegi tykkara. Eg minnist eisini sum óviti fyrstu ferð eg sá nakrar pisur, tað var her á jóansøku, einar 8-10 [...] Oyggin Grøna er, á ein hátt, eg illa dugi at greiða frá, ólík meginlandinum. Vit á meginlandinum hava lyndið til at vera eitt sinfdur tung á okkum, seig, sein hvønn vegin. Øðrvísi er á Oynni Grønu! Har [...] ungu kvinnu sum fer á virkið at hagreiða veiðina, líka stóra virðing sum vit sýna tykkum, sum standa við húgvuni her ídag. Í hesum sambandi kann man ikki lata verða við at undrast á eitt: tað verður nevnliga
læraranna á Miðmásskúlanum í Suðuroy er fult á hædd við serkunnleikan á øðrum miðnámsskúlum í danska kongaríkinum. Á mangar hættir halda vit, at tað er betur fyri tann einstaka næmingin at ganga á einum so [...] kunnu, sum tey næstu í røðini, spáka íkring á jóansøku við studentahúgvuni á høvdinum, errin av, at vit hava kunnað brúkt okkara kenslubornastu ár her heima á okkara heimaoyggj, Suðuroynni. Og tað eru vit [...] væntar av okkum. Ungu indánararnir á amerikonsku grasfløtunum sýndu teimum eldru indiánarunum og gudi sínum sínar mansførleikar, m.a. við at sita einsamallir úti á vandamiklu grasfløtuni, uttan mat og
Mong vóru tey, góð- og lovorðini til Sofus Poulsen á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin, tá hann kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen. Og tey vóru øll av reinum og ærligum [...] og prúður maður, men so hetta í práti at kunna múlabinda og fasthalda hvønn tann einasta persón, sum kemur til hansara í onkrum ørindum. Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku [...] hetta greiddi virkandi løgmaður, Høgni Hoydal so væl frá. (Røða hansara er á næstu síðu). Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda góðveðursdag, har Sofus og konan buðu vælkomin. Millum gestirnar
vikuskiftið er bygdarstevna á Sandi við ymsum tiltøkum á skránni, líka frá í dag til sunnukvøldið. Eitt tað mest forvitnisliga tiltakið er, at fríggjakvøldið fer heimsins prúðasti maður í 1995 at vísa seg og [...] tvey fer nývaldi løgtingsmaðurin úr Sandoynni, Páll á Reynatúgvu at seta stevnuna. Annars verður myndaframsýning í skúlanum, og klædnaframsýning verður á Grótteigum. Klokkan trý leygardagin verður kappróður [...] við áttamannaførum ímillum heimasandsmenn og skopunningar. Á Sandinum verður eitthvørt, børn sleppa at rógva í ánni, og ein stuttan ríðitúr á hesti, postarenning verður, málskjóting, pylsusøla og tey,
teir seg kingo á ein nógv meir framkomnan hátt - á teldu. Høvdu teir gomlu vita, at tað eisini ber til. Hetta verður tó ikki fyrstu ferð, at Hans Jacob fer at syngja kingo. Tá ið hann á páskum saman við [...] niðurfyri aftur. Yrkir á telduni At skriva hevur Hans Jacob eisini dáma væl. Í fleiri ár skrivaði hann »Dagsins mál« til Dimmalætting, og eina bók hevur hann eisini givið út. Í hesi bókini, »Á Brúnni« vóru bæði [...] royna, um tey kundu nýtast sum statistar. Eg hugsaði beinavegin, at her var eingin møguleiki. Spældi maður í ørviti Tá ið tað var hansara túrur, var hann biðin at siga eina huldusøgu. Eg segði beinavegin
tengt saman við aktuellu støðuni hjá høvuðsvinnu okkara í dag, er tann, at tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir [...] heilsuverkið osfr. HIN stóri spurningurin er stuðulin til vinnuna. Báðir bankamenninir mæltu til at kappa á stokkinum tvs. at steðga øllum almennum stuðuli til vinnulívið. Áhugavert kundi verið at fylgt hesum [...] tradión at stuðla. Tað er líkasum, at stuðulin er partur einum og hvørjum vinnutiltaki. Verður kappað á stokkinum fær hetta álvarsligar avleiðingar. Eru politikararnir til reiðar at taka tær. EFTIR sendingina
útvarpinum í gjár beyð føroyingum umborð á japonsku skipini at síggja hesa fyri okkum fremmandu verð, sum tó átti at verið so sjálvsøgd, nú tunfiskurin svimum á okkara øki ein part av árinum. TAÐ hava verið [...] kann vónandi fáa onkran her heima at rakna við, men tað má ikki enda sum í Hemaraævintýrinum á sinni, tá hvør maður skuldi leggja um til hemaraveiðu og einki kom burtur úr. Latið okkum arbeiða miðvíst við [...] fiskimálaráðharranum og annars landsins stýri øllum, tá farið varð til arbeiðis tíðliga mánamorgunin. Úti á Molanum lógu tvey hvít skip. Søgan aftan fyri hesi skip er bæði spennandi og áhugaverd og eiga vit øll