Tað er lagt upp til ein kanón spennandi enda í kappingini millum 6-mannafør mannað við kvinnum.
Hvessingur, sum tey seinnu árini hevur kappast so nógv við Jarnbarð og Gongurólv, var mest sannførandi fyrstu stevnurnar, men tær í Sundalagnum hava fingið stóra kapping frá Jarnbarði, og í Vági eydnaðist tað havnarkvinnunum at ota seg upp á ovastu rók á stigatalvuni. Men munurin er so lítil, sum tað ber til, og tað vera úrslitini í Miðvági og á Havnarvág, sum fara at gera av, hvør av hesum báðum manningunum skal standa við FM steypinum ólavsøkuaftan. Gongurólvur tykist vera væl fyri í løtuni, men tær eru sjey stig aftanfyri annað plássið, og tað er neyvan sannlíkt, at tær fara at draga henda munin innaftur í tveimum róðrum.
Skulu vit nýta avrikið í Vági sum metingargrundarlag fyri FM kappingini, so er tað sumt, ið bendir á, at tað eru tær umborð á Jarnbarði, ið eru betri fyri enn tær umborð á Hvessingi.
Jarnbarður var fremstur so at siga allan teinin. Onkra løtuna vóru tær bara ein lítlan skut frammanfyri, og onkra løtuna táttaði tað í eina fulla bátslongd.
Hvessingur endaði tvey sekund aftanfyri Jarnbarð, meðan tað var Gongurólvur, sum vann næstfremsta plássið. Báturin hjá Havnar Róðrarfelag var eitt lítið sekund aftanfyri Jarnbarð, og Lómur av Argjum hekk eisini væl uppií.
Kvinnurnar av Strondum megnaði ikki at vísa tað, sum menninir umborð á Stráluni kláraðu.
? Men tær eru bara fimtan og sekstan ára gamlar, og halda tær á, so fara avrikini og úrslitini ivaleyst at gerast betur, sum tað líður frá, er boðskapurin frá Anfinni Gærdum, formanni í ungmannafelagnum Stráluni.