Heimsins prúðasti maður vísir seg fram á Sandi

Tað mest óvanliga tiltakið á bygdarstevnuni á Sandi hetta vikuskiftið er, at heimins prúðasti maður í 1995 hevur leitað sær heilt til Sands, har hann fer at vísa seg fram

Hetta vikuskiftið er bygdarstevna á Sandi við ymsum tiltøkum á skránni, líka frá í dag til sunnukvøldið.

Eitt tað mest forvitnisliga tiltakið er, at fríggjakvøldið fer heimsins prúðasti maður í 1995 at vísa seg og sínar vøddar fram í ungmannafelagshúsinum Virkinum

Tað er Mr. Unviverse í 1995, sum tað árið var Roberto Morisho úr Niðurlondum, sum hevur leitað sær alla ta longu leiðina til Sands at vísa seg fram á bygdarstevnuni.

Hann fer at vísa seg fram í virkinum klokkan eitt í kvøld í sambandi við dansin í Virkinum.

Samstundis verður mótasýning við Kallkyni, Seytjan og Klædnabúðini í Skálavík

Tað er ungmannafelagið Virkið á Sandi, sum skipar fyri stevnuni hesuferð.

Stevnan gongur uppá skift ímillum tær fýra, stóru bygdirnar í Sandoynni, Sand, Skopun, Skálavík og Húsavík.

Sostatt gongur fýra ímillum, at stevnan er í hvørjari bygd.

Tað, sum kemur inn á stevnuni, verður brúkt at reka ungmannafelagið fyri og Lillian Clementsen, formaður í virkinum, dylir ikki fyri, at stevnan er hin mest týðandi inntøkukeldan hjá Virkinum.

Í dag verður annars tivoli, stevnuteitið.

Klokkan tvey fer nývaldi løgtingsmaðurin úr Sandoynni, Páll á Reynatúgvu at seta stevnuna.

Annars verður myndaframsýning í skúlanum, og klædnaframsýning verður á Grótteigum.

Klokkan trý leygardagin verður kappróður við áttamannaførum ímillum heimasandsmenn og skopunningar.

Á Sandinum verður eitthvørt, børn sleppa at rógva í ánni, og ein stuttan ríðitúr á hesti, postarenning verður, málskjóting, pylsusøla og tey, sum tora, sleppa at royna seg í Hvølvus hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Á Midnáttarsamkomuni við bankan fer Finnur S. Olsen at halda talu.

Sunnudagin verður tivoli, kakutombola o.a.

Heimavirkaðar vørur verða at fáa.

Fornminnafelagið hevur framsýning í Norðaru Koytu og myndaframsýning í skúlanum.

Klokkan trý verður fótbóltsdystur ímillum 2. deild hjá B 71 og 1. deild hjá Sumbingum.

Aftaná dystin verður súkklukapping inni í dalinum, har í súkklarar, sum eru við í FM, eru við.

Har seta sandoyingar sítt álit á lokalu súkkluhetjuna, Sverra Mohr Edvinsson.

Føroyskur dansur verður klokkan 10, har í børn og ung úr Sandoynni, sum fara á dansistevnu til Danmarkar, fara at vísa fram føroyskan dans.

Klokkan hálvgum eitt byrjar so dansurin.

Stevnukvøldini eru eisini útimøti á skránni.