Eyguni gerast stór, og smílið hómast aftanfyri tað skeggvaksna andlitið, meðan fuglfirðingurin, Hans Jacob Hansen sigur frá, tá ið hann hevði eina av sínum størstu upplivingum í lívinum.
Eg hugsaði, her var eingin møguleiki
Eg hoyrdi teir lýstu í útvarpinum eftir statistum at spæla við í filminum Barbara. Eg hugsaði, tað kundi verða spennandi at royna. Trupulleikin var kortini, at eg júst tá var plússaður. Eg teknaði meg kortini og lat hár og skegg vaksa.
Eg segði ikki nakað fyri konuni, men tá ið hon vildi hava meg at klippa mær fram móti jólum, mátti eg siga henni, hvussu var.
Eg visti, at møguleiki bara var fyri einum lítlum leikluti, men eg boðaði frá, at eg var áhugaður.
Hans Jacob fekk síðani boð at koma til eina roynd, og tá gjørdist hann rættiliga bisin.
Tá ið eg kom inn, sótu kanska eini 30 onnur fólk og skuldu royna, um tey kundu nýtast sum statistar. Eg hugsaði beinavegin, at her var eingin møguleiki.
Spældi maður í ørviti
Tá ið tað var hansara túrur, var hann biðin at siga eina huldusøgu.
Eg segði beinavegin, at eg dugdi onga huldusøgu. Men so kom eg at minnast søguna, sum systir mín hevði sagt mær um jarðarmóðurina í hulduheygnum, og hana segði eg. Eg fekk at vita aftaná, at eg ikki skuldi hava tær stóru vónirnar um at sleppa við, men tá ið ein tíð var fráliðin fekk eg boðini, at eg skuldi vera við.
Hans Jacob hevði lisið bókina um Barbaru áðrenn. Tí fann hann skjótt fram stykkið um Tormóð, sum segði frá huldusøgum. Hann skuldi nevnliga sjálvur hava leiklutin sum Tormóð í filminum. Hetta stykki lærdi hann seg uttanat.
Í bókini um Barbaru er Tormóður ein maður, sum gongur í ørviti og barndømi. Eg hugsaði, hetta fór at vera trupult at spæla. Men so kom eg at hugsa um allar teir gomlu fuglfirðingarnar, sum nú vóru deyðir, men sum eg kendi, og sum høvdu verið í ørviti. Eg ímyndaði mær, at soleiðis mátti hesin Tormóður verða.
Tá ið eingin var inni, royndi eg at venja meg at spæla henda persónin. Eg hevði eisini vidiotól standandi frá at taka upp av mær, og hugdi eg eftir tí aftaná, fyri at læra betri, sigur Hans Jacob Hansen og flennir í kíki.
Upptøkurnar riggaðu fyrstu ferð
Malmros ringdi sjálvur dagin fyri upptøkurnar fyri at tosa við Hans Jacob.
Tá ið hann kom til Dúgugarðar í Saksun, sótu allir leikarnir har og fleiri av statistunum eisini.
Eg skuldi royna tað, eg hevði vant frammanfyri teimum, áðrenn sjálvar upptøkurna vórðu gjørdar. Aftaná kemur Malmros beinavegin til mín aftaná og sigur, at hatta var alt, alt ov dramatiskt. Eg royni nakrar ferðir afturat, men hann sigur hvørja ferð, at tað er ov dramatiskt.
Einki verður tikið upp tann dagin, men Hans Jacob fær boð um at koma aftur dagin eftir.
Glaður var eg, tí so slapp eg at vera saman við teimum ein dag afturat. Malmros sigur dagin eftir við meg, at eg ikki skal royna at spæla nakar annar persónur enn tann eg sjálvur eri. Í hesum hevði eg misskilt hann áður.
Gjørt var síðani klárt til upptøkur, og eg byrjaði við at blása froðuna av mjólkini. Tá ið eg eri liðugur við mín leiklut, kemur Malmros yvir til mín, klappar meg á øksluna og sigir: ?Det var riktig, riktig, riktig, riktig godt³. Upptøkurnar riggaðu tískil fyrstuferð. Malmros vildi tó hava eina upptøku afturat, fyri at vissa seg í, at alt var sum tað skuldi - og tað fekk hann.
Ein dóttir mín, sum býr í Danmark segði mær aftaná, at Malmros hevði tosað við hana. Tá visti hann ikki, hvussu hann skuldi gera við henda mannin, sum skuldi siga frá huldusøgum.
Sjónleikari longu sum 1 ára gamal
Tað var undarligt, at eg soleiðis skuldi enda sum filmsleikari. Men tað var tó spátt mær frammanundan. Eg minnist, systir mín segði mær, at eg bara sum eitt ára gamal hevði verið sera sjúkur. Læknin kom at hyggja eftir mær, men hann sigur eftir lítlari løtu, at eg als ikki var sjúkur. Eg spældi bara sjónleik, og ein sjónleikari fór eg at vera, segði hann. Hvørki mamma ella pápi vildu hoyra talan um hetta. Pápi var jú útróðrarmaður og hann vildi heldur hava meg at gera nakað til nyttu enn bara at vera ein sjónleikari.
Men nú 67 ár seinni gekk tað út, sum læknin hevði sagt, at eg skuldi vera sjónleikari. Hesuferð var tað eisini ein lækni, sum valdi meg út - læknin Malmros.
Sungið kingo í London
Sjálvt um tað nú skjótt vera tvey ár síðani, at upptøkurnar til Barbara vóru gjørdar, hevur nú 70 ára gamli Hans Jacob Hansen ikki enn klipt sær hárið ella raka sær. Hárið hevur tí vaksið í eini fýra ár og kemur langt niður á ryggin. Hans Jacob hevur bundið tað í ein hesthala aftanfyri. Og at klippa sær hevur hann ongar ætlanir um - í hvussu er ikki enn.
Skal eg vera ein listamaður, so skal eg eisini síggja eitt sindur listarligur út. Tú sært fleiri aðrar, sum síggja eitt sindur øðrvísi út. Fólk vænta sær líkasum nakað meir, tá ið ein sær eitt sindur øðrvísi út.
Sjálvt um Hans Jacob ikki hevur nakran leiklut sum filmsleikari í løtuni, so vísir hann ofta fram aðrar síðir av listarmanninum í sær. Í løtuni lærir hann seg nakrar kingosangir, sum hann skal syngja saman við millum annað Niels Midjord í Havnar kirkju, nakað fyri Ólavsøku.
Sjálvur hevur Hans Jacob ikki sungið nakað kingo, men pápi hansara gjørdi tað. Í dag læra teir seg kingo á ein nógv meir framkomnan hátt - á teldu. Høvdu teir gomlu vita, at tað eisini ber til.
Hetta verður tó ikki fyrstu ferð, at Hans Jacob fer at syngja kingo. Tá ið hann á páskum saman við manskórinum í Fuglafirði var á ferð í London, sang hann eisini kingo í eini av kirkjuni har.
Fleiri danir vóru eisini og lurtaðu, og teir undraðust stórliga og takkaðu mær aftaná. Eisini eingilsmenn vóru bilsnir av kingosanginum.
Harmonikuundirvísing
Tað, Hans Jacob annars er mest kendur fyri innan tað tónleikaralig økið, man óivað vera harmonikuspæl. Longu sum 16 ára gamal byrjaði hann at spæla í dansistovuni. Hann hevur spælt nógva aðrastaðni eisini, bæði saman við øðrum og einsamallur.
Í fýra ár fyrst í nítiárunum hevði hann eisini Fuglafjarðar Harmonikuskúla, har hann í kvøldskúlaskipanini undirvísti í harmonikuspæli. Hans Jacob gjørdi eisini eina bók ísamband við undirvísingina.
Hetta var sera stuttligt, men tíverri gjørdust tað ov fáir næmingar, og tí datt tað niðurfyri aftur.
Yrkir á telduni
At skriva hevur Hans Jacob eisini dáma væl. Í fleiri ár skrivaði hann »Dagsins mál« til Dimmalætting, og eina bók hevur hann eisini givið út. Í hesi bókini, »Á Brúnni« vóru bæði yrkingar og ymiskar hugleiðingar.
Teldu dámar mær annars væl at nýta, tá ið eg yrki. Tað er nógv lættari enn við skrivimaskinu, tí har kanst tú allatíðina broyta og rætta. Men tíverri er teldan í ólagi nú, og tí fái eg ikki gjørt nakað serligt við tað nú.
Hans Jacob hevur annars siglt í fleiri ár, hann hevur róð út í Íslandi, og í 23 ár landaði hann hjá Havsbrún.
Eyguni eru við at farast, og tí far hann ikki lisið so nógv uttan tað er er við stórari skrift.
Annars fái er altíð við okkurt. Eg havi ein bát standandi her omanfyri húsini, sum eg putlist eitt sindur við. Eg plagi eisini at egna fyri beiggja mín.
Eitt annað hevur Hans Jacob Hansen eisini gjørt síðstu tíðina. Hann koyrir runt í býnum við sínum eyðkenda reyða knallert-skutara