Mong vóru tey, góð- og lovorðini til Sofus Poulsen á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin, tá hann kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen.
Og tey vóru øll av reinum og ærligum hjartað, og júst ímyndin av Sofusi sjálvum.
Tey eru fá, sum ikki kenna Sofus Poulsen. Stórur og prúður maður, men so hetta í práti at kunna múlabinda og fasthalda hvønn tann einasta persón, sum kemur til hansara í onkrum ørindum.
Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen, har hann hevur gingið føroyingum og skotum, bretum og øðrum til handa - alt við tí fyri eygað - at stuðla undir føroysk áhugamál.
Alt hetta greiddi virkandi løgmaður, Høgni Hoydal so væl frá. (Røða hansara er á næstu síðu).
Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda góðveðursdag, har Sofus og konan buðu vælkomin. Millum gestirnar vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi løgmenn umframt nú virkandi løgmann. Har vóru fleiri av okkara kendastu vinnulívsmonnum, harav flestu hava lagt frá sær, meðan aðrir enn eru virknir. Og har vóru fleiri av teimum fólkum, sum Sofus á onkran hátt hevur givið eina hjálpandi hond og onkursvegna hevur virkað saman við øll tey árini hann hevur starvast á umboðsstovuni í Aberdeen. Her ikki minst fleiri av fólkunum, sum skaptu ?Skotlandssiglingina? á sinni.
Tað verður ov drúgvt her at taka upp alt tað, sum sagt var til móttøkuna, men ikki kann dyljast, at Sofus Poulsen hevur vunnið sær mangar vinir og virðing millum bæði føroyingar og útlendingar hesi árini. Og tað sást ikki minst aftur á móttøkuni, har hann fekk mong góðorðini umframt telegram ymsa staðni frá.
Bjartskygnir men varnir
Tær munnu vera fáar, løturnar, har Sofus er hjástæddur, at hann ikki eisini sjálvur tekur orðið. Og hesin dagurin var einki undantak heldur. Frásøgumaður av Guds náði við einum ótrúliga góðum minni.
Sofus greiddi frá spenn-andi lívi sínum, ið tað kunnu skrivast tjúkkar bøkur um. Tey 50 árini á umboðsstovuni í Aberdeen hava verið spennandi og innihaldsrík. Hann tók eisini onkrar áhugaverdar hendingar fram. Ein av teimum stóru løtunum øll hesi árini var m.a. tá ?Skotlandssiglingin? gjørdist veruleiki og helt hann tað vera stórt spell, at hon var burturdottin, nú hon hevði fingið so stóran týdning fyri útviklingin í hesum økinum.
Hann takkaði annars Menningarstovuni og fólkunum har fyri tað stóra arbeiði, sum gjørt hevur verið haðani at skapa Føroyum og føroyskum vørum nýggjar marknaðir.
Grind og olja
Um grindaspurningin segði hann, at øsingin móti føroyingum var ikki tann sama longur. Sjálvur hevði hann valt at siga sum minst um grindadrápið. Tess meira tú segði tess meira varð tað brúkt ímóti einum.
Men eitt er lutvíst farin tíð, annað er framtíðin. Sofus Poulsen helt føroyingar skuldu síggja eina komandi oljuvinnu sum nakað positivt. Men við sínum drúgvu royndum millum fremmand fólk, millum vinnulívsfólk osfr. so ávaraði hann eisini føroyingar ikki at vera ov góðtrúnar og bláoygdar.
-Eg skal ikki blanda meg uppí føroyskan bygda- ella býarpolitikk. Men eg haldi tit øll her heima eiga at vera ?wide awake? (sera varin og ansin). Oljumenn eru businessmenn. Ein má standa sterkur, tá ein skal hava nakað við teir at gera. Og tá er ikki at spyrja. Ein má vera fyrireikaður og vita, hvat ein tosar um. Sofus vísti við hesum til eina av mongu søgunum - anekdotunum, ið mynda støðuna. Tað var tá ein føroysk sendinevnd var í London fyri 20 árum síðani at tosa um fisk. Tá var tað ein av teimum bretsku luttakarunum, sum helt fyri um føroyingarnar: ?Gentlemen, it is pleasure to talk to people, who actually know, what they are talking about? (Harrar, tað er ein sonn frøi at tosa við fólk, sum veruliga vita, hvat tey tosa um.)
Sofus Poulsen takkaði øllum fyri gott samstarv og ynskti alt gott fyri Føroya land.