Smyril fór okkurt um kl. 18:30 av Vági leygarkvøldið við 800 fólkum umborð. Tó stóðu fleiri á bryggjuni, ið ikki sluppu við. Eftir ætlan skuldi Smyril tó ikki sigla fyrr enn kl. 19:00, men manningin avgjørdi at leggja frá landi, tí pláss var ikki fyri fleiri umborð.
Onkur, ið kom á bryggjuna nakað áðrenn kl. 19:00, bleiv sostatt illa við, tí skip var einki at síggja. Somuleiðis frættist um útlendsk ferðafólk, ið ikki reiðiliga skiltu, hvat gekk fyri seg.
Pride sigldi kl. 01:00 av Hvalba við 30 ferðandi og var á Havnini um kl 04:00.
Sunnumorgunin fóru 80 fólk við Smyrli til Havnar.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, viðgongur, at teir mugu taka við læru av hesum og at teir kanska áttu at verið betri fyrireikaðir. Hann undirstrikar eisini, at tað sjálvsagt hevði við trygdarviðurskiftini at gera, at siglast mátti leygarkvøldið, uttan at allir jóansøkugestirnir sluppu avstað.
Hann sigur eisini, at teir áttu at havt Pride kláran, so hann eisini sigldi.
- Loysnin kundi verið betri, enn hon var, og hon kundi verið skjótari, men Pride lá inni á Strondum og tað tók sína tíð at fáa hann kláran, sigur Reidar Nónfjall.
- Henda leiðin er truplari enn t.d. leiðin til Klaksvíkar ella Vágarnar, tí har eru onnur skip at sigla umframt Smyril. Her er bert tað eina, sigur Reidar Nónfjall, ið annars bleiv uppringdur av fólki alt leygarkvøldið .
- Men eg haldi fólk skiltu væl støðuna, tá tey fingu eina frágreiðing, sigur Reidar Nónfjall.
Tað hevði kanska verið gott við Teistanum ein slíkan dag?
- Ja, tað kom eg kanska eisini at hugsa um, men vit hava Pride, sum tekur 225 fólk um summari og 160 um veturin, sigur Reidar Nónfjall.
- Men vit kundu kanska havt loyst hetta betri og avgjørt skjótari,men vit hava lært av hesum, sigur stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall.










