Vitan er meira enn teknikkur

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, var gestapisurøðari á pisufundinum í Vági fríggjakvøldið

Góðu áhoyrarar, Góðu pisur

Allar fyrst má eg takka tykkum fyri tann stóra heiður at sleppa her á sjálvari jóansøku at halda røðu fyri tykkum, á pisufundi, á hesum fagnaðardegi tykkara. Eg minnist eisini sum óviti fyrstu ferð eg sá nakrar pisur, tað var her á jóansøku, einar 8-10 fríðar og mælskar ungdómar íð førdu seg so sjálvsikkur og í hesi sjáldsomu og vøkru húgvu, man aldrin hevði sæð makan til - tey vóru komin norðanífrá, studentar, tað var sum hálvgudar, sum eitt sús úr teirri ókendu og lærdu verð...

Tá var ein flokkur av pisum í øllum landinum, einar 15 tilsamans, handilsskúli og hf var onki sum æt. Nú munnu tit verða meir enn 500 tilsamans sum fáa prógv úr studentaskúlunum, hf-skeiðunum, handils- og fiskivinnuskúlunum. Og so koma eini 100 aftrat við sveinaprógvi o.ø. tekniskum útbúgvingum. T.v.s. at tað eru fleiri enn 600 sum í ár fáa eina miðnáms ella yrkisútbúgving. Samanberi hetta við at tað eru ikki fleiri enn stívliga 650 í einum aldursbólki sum tykkara.

Er tað nú so løgið at mangur spyr - og kanska serliga millum tey eldru - hvussu hetta kann bera til - er tað ikki fiskivinnu vit skulu liva av, hvør skal nú fara umboð á bátarnar? Og hvør skal fara til flakalinjurnar?

Tað er púra rætt at spyrja so, tí í spurninginum liggur ein ótti fyri, at hava tit nú gloymt hvat íð tað er sum vit øll liva av, hvat íð tað er sum føðir okkum øll? Og tey hava púra rætt, at tað fer at verða svangligt í Føroyum, sýna vit ikki tí unga drongi sum velur sjógvin og teirri ungu kvinnu sum fer á virkið at hagreiða veiðina, líka stóra virðing sum vit sýna tykkum, sum standa við húgvuni her ídag.

Í hesum sambandi kann man ikki lata verða við at undrast á eitt: tað verður nevnliga fyrsta dagin so, at áðrenn ein ungur drongur sleppur fyrstu ferð til skips skal hann hava tikið eitt serligt trygdarskeið. Tað er sjálvsagt í lagi, men verri er at skilja hví hann skal krevjast eftir einum gjaldi uppá fleiri túsund krónur fyri hetta, tá allar aðrar og mangar ferðir drúgvari og dýrari útbúgvingar eru ókeypis?

Men, góðu pisur, lat okkum venda aftur til tykkara við tveimum søgum.

Tit kenna óivað hana um Rasmus Berg, betri kendur sum Erasmus Montanus sum Holberg lat hann nevna seg sjálvan á fínum látínskum. Um tann sjálvklóka bygdadrongin sum kom heim av lærdum skúla í høvuðsstaðnum og kunngjørdi fyri tí skelkaða bygdafólkinum sína nýggju kollveltandi vitan, at jørðin var rund sum ein bóltur - hon var ikki fløt sum ein pannukaka, sum tey trúðu.

Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus kolldømdi jú alla heimsmyndina, alla tilveruhugsanina hjá bygdafólki sínum. Men har á fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi og góvu honum tvinnar kostir í at velja: at standa við síni orð og afturfyri verða noyddur í kongsins her alt sítt unga lív - ella at avnokta sína vitan og afturfyri fáa bæði festarmoy og eitt fittligt starv.

Rasmus ivaðist ikki í at velja tann seinna og mjúka kostin. Sína lærdu vitan hevði hann lætt við at kasta av sær, tí hon var ikki annað enn ein pátikin remsa, sum ongin skilti nakað av kortini og sum ongan týdning hevði fyri tilveruna á fjallinum.

Nakað undan okkara góða Rasmusi var ein annar klókur maður eisini komin illa fyri av síni vitan, nevnliga italski astronomurin Galilei Galileo. Tað snúði seg um nakað tað sama sum hjá Rasmusi, men mótvegis tí uppblásta lærda býttlinginum Rasmusi, var Galileo ein nærlagdur og djarvur granskari. Hann var komin fram til, at Jørðin var ikki tann fasti og ævigi miðdepilin í alheiminum, sum øll hini himmallikamini mólu um, jørðin var ikki annað enn ein gongustjørna sum allar hinar, íð mólu í ymiskum ringrásum.

Henda kollveltandi vitan Galileos breiddi seg og vann undirtøku millum fólk ? og vandamikil bleiv hon tí fólkið eisini fór at hyggja uppá pávaveldið við somu eygum, støða pávans sum heimsins einavaldandi andaligi og verðsligi miðdepil kom at standa fyri skotum. Pávakirkjan varð skakað og setti Galileo knívin á barkan ? hann slapp at bjarga lívinum við at avnokta sína vitan. Men tað eydnaðist ikki at steðga tí hann hevði sett ígongd og sum at enda beindi fyri kúgandi einveldisstøðu pávakirkjunnar.

Nú rokni eg ikki við at tit koma í støðu Rasmusar ella Galileos. Men søgurnar handla um vitan, vitan sum Rasmusar, íð var tóm og pátikin og ongar aðrar avleiðingar fekk enn at gera hann sjálvan til ein býttling millum síni egnu. Og vitan Galileos, íð snúði seg um tað sama, men sum kom av leitanini eftir samanhangi og innliti, og sum festi seg millum fólkið og bant teimum jørð og himmal saman.

Tit hava óivað hoyrt so mangan hesi trý árini tit hava gingið til student, um tann alstóra og støðugt veksandi týdning sum kunnleiki og vitan hevur í okkara tíð, tit hava hoyrt um kunningartøkni og informatíónssamfelag, um gongdina frá haka og snøri til teldu og internet. Um at vitan er vald og vitan er alt.... Ja ein undrast á um tey yvirhøvur vistu nakað sum helst áðrenn teldan kom í heimin.

Men hugsi einaferð um hvussu nógv alt hetta tosið næstan bert hevur snúð seg tøknina sjálva, um tólið, um útgerðina, um hennara ferð og megi og allar hennara hentleikar og møguleikar. Tvs. bert um skrokkin, um hylkið. Og hvussu lítið tað hevur snúð seg um sjálvt innihaldið, um sjálva vitanina. Ja vit hava næstan mist burtur hvat vitan í veruleikanum er. Vitan er næstan blivið til tøknina sjálva, í besta føri tað, sum tú kanst fáa burtur úr tøknini, tað sum tøknin borðreiðir við: jú betri og størri tøkni, jú betri og størri vitan.

Onki er meira skeivt enn hetta. Orðið vitan kemur úr indoeuropeiskum frummáli, har tað eitur vidya og merkir innlit, at síggja og skilja. Hetta er tað sama sum griska orðið idé og tað latínska video ? og tað merkir annað og meir enn tað at sita sum eitt býtt og gløða í ein skíggja. Og á enskum hava vit tilsvarandi orðini sum wise og wisdom, á føroyskum vísur og vísdómur. Vitan er tískil ikki ørgrynnan av upplýsingum ella informatiónum um líkt og ólíkt sum man kann stoyta úr telduni ella draga úr internótini. Í molum og í pettum. Tvørturímóti er vitan innlit í tey ymisku viðurskiftini, í heiminum, í náttúruni, í samfelagnum o.s.v., innlit í samanhangirnar, treytirnar, orsøkirnar og avleiðingarnar.

Á henda hátt er vitan vald ? ikki slíkt vald sum noyðir sín vilja ígjøgnum við jura ella kapitali, men tað vald sum liggur í evnunum til at sannføra við at gera sítt innlit, sína vitan galdandi, til at broyta tað verandi og til at ávirka og skapa tað komandi.

Tað er tann stóra avbjóðingin til tykkara, hvat tit so enn fara undir. Tað umráðandi er ikki at tit duga allar hesar remsurnar av sundurpettaðari vitan um hetta og hatta, tað kann ein og hvør til eina og hvørja tíð sláa upp í eini bók, ella eini teldu. Men at tit við studentspróvnum hava váttað, at tit eru før fyri at søkja og fáa innlit í tey evni, sum tit seta tykkum fyri, at tit duga at finna samanhangirnar og gera tykkara egnu niðurstøður. Og tí ivist eg ikki í at vongirnir fara at bera tykkum, hvussu langt og hvagar tit so fara.

Góði pisur. Tað er mær ein serlig gleði at sleppa at halda røðu fyri tykkum her suðuri. Og tá ið eg fái hetta høvi, so kann eg ikki lata verða við her at enda at taka nøkur orð uppaftur eftir Hanus Andreassen um oynna og fólkið her:

- Oyggin Grøna er, á ein hátt, eg illa dugi at greiða frá, ólík meginlandinum. Vit á meginlandinum hava lyndið til at vera eitt sinfdur tung á okkum, seig, sein hvønn vegin. Øðrvísi er á Oynni Grønu! Har eru fólk bráð, skjót til gleði, skjót til sorg, skjót til kæti. Og her kemur nakað, sum eg haldi hevur stóran týdning. Vit á meginlandinum sleppa ikki altíð av við okkar kenslur; gleðin, sum kyknar upp í okkum, sleppur ikki altíð út, so kódnar hon; vreiðin, sum vaknar í okkum, sleppur heldur ikki út, so liggur hon og anir, viðhvørt alt ov leingi. Vit hava lyndi til at bøla oman á kenslunum, viðhvørt í vikur og mánaðir. Øðrvísi er á Oynni Grønu! Har eru fólk snarsint; eina løtu leikar snarsinnið í, sum torusláttur, so skínur sólin aftur av klárum himli.

Hanus heldur áfram, og tað skal vera til tykkum, gentupisur, og mammur tykkara:

- Kvinnurnar á Oynni Grønu eru nakað heilt fyri seg. Onkrar eru myrkar sum ?spaniól?, men tær flestu eru ljósar og fríðar sum baldursbráin, íð prýðir sandin í Sólhavn. So ymiskar tær eru í útsjónd, í einum eru tær líkar: látrinum! Tær hava glaðasta og fríasta látur í landinum, tað er ein látur, sum hvørki virðir prest ella páva, munk ella missioner; tað er skeivt at siga, at tað býr nøkur medvitað uppreisn í hesum látrinum, men nettup tí hann er glaður og frælsur, er tað ein látur, íð slítur øll fjøtur, láturin hjá menniskjum, íð ganga upprætt.

Góðu pisur. Hava tit fingið hesar eginleikar til gávus av at verða fødd og uppvaksin her í oynni, so varðið um teir, og hvar tit enn fara, latið teir so altíð vera eyðkenni tykkara. Latið tó hesar eginleikar skyggja gjøgnum tykkara vituga skil, so verður tað aldrin til skról og glantrarí. Men teir kunnu gera tykkum tilveruna fagrari og lívið ljósari.

Tað ynski eg tykkum!

Tillukku, góði pisur, og takk fyri.


Hans Pauli Strøm