Betri samband til flogvøllin – nýggjar ferðaætlanir fyri leið 100 og 300

Dagføringar á leið 100 og leið 300

 

 

 

 

 

Dagføringar á leið 100 og leið 300

 

Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanirnar fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn.

 

Ferðaætlanirnar eru tillagaðar soleiðis, at tær samsvara betur við flogferðsluna í Vágum. Hetta ger tað lættari at ferðast við bussi til og frá flogvøllinum, tá tú skalt ferðast uttanlanda. Samstundis verður sambandið við meginøkið og Miðnám í Vestmanna betrað.

 

Umframt betri samskipan við flogferðsluna, verður nú eisini beinleiðis samband millum leið 300 og leiðirnar 400 og 401, sum koyra millum Tórshavn og Klaksvík.

 

Nýggju ferðaætlanirnar koma í gildi týsdagin 9. desember, og eru longu tøkar á ssl.fo.

 

Sí nýggju ferðaætlanina fyri leið 100 her:

 

Sí nýggju ferðaætlanina fyri leið 300 her: