Í dag høvdu Andrias og liðfelagarnir í Hellas Verona málmøguleikarnar til at vinna dystin, og harvið trý týdningarmikil stig móti Fiorentina á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona.
Hellas Verona hevði átta málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan Fiorentina hevði bert eina málroynd innanfyri málrammurnar. Men hesa einu málroyndina hjá Fiorentina setti Nicolò Fagioli í netið í 82. minutti, og tað endaði við einum 1-0 sigri til útiliðið.
Talan er um triðja tapið á rað hjá Hellas Verona, ið hevur 18 stig á aftasta plássinum. Hellas Verona hevur níggju stig upp til Cremonese á fjórðaftasta plássinum.
Fyri avrikið fær Andrias karakterin 7,3 frá Soccerstand/Flashscore og 6,5 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Sambært teimum somu var spanska málverjulegendan, ið vardi málið hjá Fiorentina, David de Gea besti leikarin á vøllinum.
Komandi leygardag klokkan 14 spælir Hellas Verona dyst á útivølli móti Torino.











