Tað var Snopprikkur, sum frammanfyri hvalbingum og øllum øðrum suðuroyingum skuldi gera bart og fyri fjórðu ferð á rað vinna FM róðurin hjá 6-mannaførum, mannað við monnum.
Og tá hálvur teinurin var lagdur afturum, bendi alt á, at Snopprikkur fór at vinna. Starturin var ikki av teimum bestu, og næstu kappingarneytarnir hjá Snopprikki, Sølmundur og Hvessingur, vóru heilt frammi í oddinum fystu løtuna.
Teir umborð á Hvessingi plaga at vera drúgvir, men í ár hevur ikki gingið so væl, sum tað t.d. gjørdi í fjør, og tað kemst m.a. av, at teir fóru heldur seint undir venjingina.
Ábendingin var har
Men nett sum Snopprikkur skuldi seta krúnuna á verkið í harðari kapping við hinar báðu omanfyri nevndu bátarnar og Lóm og Hósvíking, troðkaðu strandingar seg framum, og fór fyrstur um málið ? eina hálva bátslongd frammanfyri Snopprikkin.
? Tað hevur ikki gingið so væl higartil í ár, men eg skal ikki dylja yvir, at vit høvdu gott mót, tá vit fóru suður. Tað er Anfinn Gærdum, formaður í róðrarfelagnum á Strondum og høvuðsmaðurin í felagnum síðani tað varð stovnað í 1989, sum vit hava í telefonini.
? Í síðstu viku var ein av teimum, sum í 1991 og 1992 var við at vinna FM, umborð hjá teimum og legði ungu monnunum lag á. Og tá teir vandu hóskvøldið var tíðin so mikið góð, at vit tordu at hava góðar vónir, tá vit fóru suður.
Hvat lærdi hann teir?
? Tað skulu ofta ikki stórvegis broytingar til fyri at fáa bátin at skikka sær øðrvísi og ganga betur. Nú var málið túsund og ikki fimtan hundrað metrar, og so hevur tað t.d. stóran týdning at fáa nógv burturúr spurtunum, og tá er ikki bekkingin ikki minst týdningarmikil.
Heldur tú, at tit høvdu vunnið, um málið hevði verið fimtan hundrað metrar?
? Har eri eg tær svar skyldugur, men vit mugu bara staðfesta, at tað hevur ikki gingið so væl á longra teininum. Og tað rokni eg við hevur nakað við tað at gera, at vit fóru eitt sindur seint undir venjingina. Vit settu bátin í stand, skravaðu, pussaðu og sproytaðu hann, og tað var komið eitt sindur út í mai mánaða, áðrenn hann var flotaður, og tað er eitt sindur seint, tí vanliga plaga vit at flota bátin flaggdagin.
Týdning fyri áhugan
Anfinn Gærdum sigur, at hesar dagarnar síðani sigurin á jóansøku er kappróðrartosið av álvara kyknað aftur á Strondum:
? Tað er altíð hugaligari, tá tað gongst væl. Tá báturin var nýggjur vunnu vit FM bæði í 1991 og í 1992, og tá var mesta tosið á Strondum summarmánaðarnar um kappróður.
Í fjør gekk hampuligt hjá Stráluni, sum í FM kappingini endaði á øðrum plássi og sum í onkrum róðrum, t.d. á ólavsøku, endaði á næstfremsta plássinum.
Tað er sera ungir menn, sum manna Stráluna. Teir eru 17 og 18 ára gamlir, og
teir flestu hava ikki roynt seg í kappróðri áður.
? Róðursmaðurin í fjør rør við í ár, og ein annar av manningini frá í fjør er við aftur í ár, meðan alt hitt er nýtt fólk.
Hvat roknar tú við komandi stevnurnar?
? Málið verður eitt túsund metrar bæði í Miðvági og á ólavsøku, og tað hevði verið frálíkt, um vit vunnu báðu ferðirnar, men tað kanst tú næstan ikki rokna við, tí kappingin er so sera stór millum 6-mannaførini. Men tað hevi verið hugaligt at verið millum teir fremstu, og tað hevði verið frágera gott at vunnið á ólavsøku. Tað hava vit ongantíð gjørt ? heldur ikki tey bæði árini, tá vit vunnu FM, sigur Anfinn Gærdum, formaður í ungmanafelagnum Stráluni á Strondum, sum eigur kappróðrarbátin við sama navni.