Hans Peter var ein maður, sum fólk beinanvegin fingu virðing fyri. Hann var rættlinjaður sum fáur, lítillátin, arbeiðssamur, hóvligur og vinaligur. Og hartil var hann høgt virdur sum advokatur millum starvsfelagar [...] starvsfelagar her og heima. Hann hevði nógvar tungar sakir, ikki minst sum verji í revsimálum. So seint sum í summar møtti hann í hesum eginleika í hægstarætti, hóast sjúkan av álvara hevði fingið tamarhald [...] n av lívinum í Danmark, høvdu Føroyar eitt stórt pláss í hjarta hansara. Og sum advokatur fyri føroyingar herniðri og heima hevði hann eitt sera gott umdømi. Hann førdi sakir fyri landsstyrið og aðrar
hevur í nøkur ár fingist við málningalist burturav. Hann hevur fleiri ferðir sýnt fram, bæði her heima og uttanlands. Eitt nú hevur hann verið við á várframsýningini í listaskálanum, og uttanlands hava [...] í senn, sýna ymisk listafólk verk síni fram í Leikalund í Klaksvík. Leikalund er gávu- og bókabúð, sum heldur til í gomlu handilshúsinum hjá Jens Clæmunti Isaksen í Klaksvíksgarðinum. Framsýningin í Leikalund
hildið, at tað í veruleikanum snúði seg um, at fáa so nógv fólk so sjúk sum til ber uppá so stutta tíð sum gjørligt, - og eg sum helt, at sjúkrahúsverkið skuldi spara? Yvirhøvur kenst tað ikki skilagott [...] hevur ein slíkan), ella í taxabilin (so tú fært smittað taxachaufførin eisini), og út til læknan, sum annars plagar at áleggja fólki at halda seg inni, tá tey eru so mikið sjúk. Ein tímas tíð í bíðirúminum [...] koyra fyri teg, ber næstan ikki til. Makin er til arbeiðis og ommur og abbar ansa hinum krímsjúku heima, ella so liggja tey øll somul snýsandi og sveittandi í songini. Hevði tú ikki lungnabruna, áðrenn
skeltinum stendur "smoking-room". »Endiliga!« Men so hvørt sum ein kemur nærri og nærri hesum vælsignaða rúmi, koma aðrir tankar í høvdið á einum. Rúmið, sum minnir einamest um eitt búr av einum ella øðrum slagi [...] tjúgu fermetrar við glasrútum, har filmur er á. Inni standa nógv og guva, sum um lívið skuldi gingið úr teimum. Ein air-condition, sum slettis ikki megnar at røkja sítt arbeiði til fulnar. Fýra ella fimm stór [...] fimm stólar og onki vindeyga, sum kann latast upp. Summi roykja eina fyri og aðra eftir. Lata til at roykja niðurfyri. Tað kann bara vera tey mest garvaðu. Onnur síggja út sum um, at tey angra, at tey eru
talar. Kl. 21 Bønar- og lovsongsløta fyri ung í aldrinum 13-19 ár. Mánakvøldið kl. 19 Ungdómstiltak, sum verður annaðhvørt mánakvøld í vetrarhálvuni og er ætlað ungdómi (5.-10. fl.) www.hebron.fo Meinigheitin [...] Prát Mikudagin 19. november kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Til ber at koma sum gestir kl. 15 Gúrur Hósdagin 20. november kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17.00 Telduprát [...] Fríggjadagin 21. november kl. 10-13.00 Matgerð, Anne Grethe Hourlou kl. 12.00 Døgurði. Til ber at koma sum gestir. kl. 16.30 Úr Sumba til Viðareiðis. Verk eftir føroyskum rithøvundum. Vitjan av gestum frá Fø
strævið. Bert 11 ára gamal misti tú mammuna og mostur tína. Hetta vóru tvær kvinnur, sum fyltu nógv í tínum lívi, og sum vórðu tiknar frá tær við bert fáum tímum í millum og fóru í somu grøv. Eg minnist, [...] Vág til Símun at búgva, og tú plagdi at siga, at Tunguhúsið heima í Vági var títt annað heim. Tú plagdi at taka til, at tú og tey flestu, sum vóru tínir javnaldrar, høvdu ikki havt møguleika fyri at fara [...] við dammskipi og síðani við skonnart og øðrum skipum til tú fór upp á land í 1949. Sum smádrongur í Tunguhúsinum heima í Vági, hevði tú óivað verið uppí, tá ið Símun í Vági bryggjaði. Tí eftir at tú legðist
fyribilsætlanir ella eitt hugskot, sum FSF legði fyri feløgini. Tað hevur verið upp á tal, at fjórðingsfinalurnar í steypakappingini skulu spælast við heima? og útidysti og ikki, sum tað hevur verið higartil, bara [...] fyri føroyskum fótbólti leygardagin eftirmettu kappingarárið, sum fór, vórðu eisini fyrstu ætlanirnar fyri næsta kappingarár lagdar á borðið. Sum tað varð sagt í blaðnum leygardagin, so er ætlanin hjá kap [...] umfarið í landskappingini hevur verið spælt. Soleiðis var tað ikki í ár. Men ætlanirnar hjá FIFA, sum teir í FSF hava lagt upp fyri, boða frá, at tað er rættuliga stórur møguleiki fyri, at landsliðið eisini
øllum førum størri, og so veit mann ikki, hvat kann spyrjast burturúr. Her heima hevur nakað verið tosað um, at ein leikari sum Andrew í løtuni gongur uttan sáttmála. Fleiri onnur feløg enn HB eru sett [...] eg við, at fari eg aftur til Føroyar at spæla, so verður tað sum HB?ari. Tað er í øllum førum soleiðis, eg kenni meg, og tað er ikki nakað, sum broytast soleiðis uttan víðari, sigur hann at enda. [...] mánaður síðani, at Andrew av Fløtum fór til Danmarkar at royna seg hjá Fremad Amager. Hetta er felagið, sum í heyst gjørdi sáttmála við Jann Inga Petersen úr B68, og nú røkist so kanska fyri, at enn ein føroyskur
afturat, at teir hóast alt kortini vandi seg við hetta og tað rullið sum er á sjónum. Í fyrstani sloppu teir, sum so mangir aðrir sum royna sjólívið og hvat tað merkir ikki at hava fast undir fótum. Bergur [...] Hesar seinastu dagarnar hevur tíðin mest sum staðið í stað, siga teir báðir Bergur Mikladal og Jón Jacobsen, sum seinastu tíggju vikurnar á opnum havi hava verið til verka umborð á nýggja Skálaberg - Tùrurin [...] fáir sjómenn, sum hava gjørt sín fyrsta túr umborð á einum so stásiligum og nýmótans skipi. Umstøðurnar umborð á Skálaberg eru av teimum allarbestu og hjá ungum sjómonnum er hetta eitt skip, sum gravgangur
hann veit nógv dømi um at eisini børn, sum hava foreldur, sum eru væl fyri og sum virka væl, ganga úti um næturnar og royna bæði eitt og annað, og tað tekur hann sum tekin um, at tað er ikki altíð lætt hjá [...] ungu, sum ganga úti um næturnar, men sum hava foreldur, sum virka væl, høvdu verið skild frá og høvdu verðið send heim. Hetta eru kanska tey mongu, sumeru úti, uttan at foreldrini vita av tí og sum koma [...] tað er ein áhugaverdur tanki, sum Rúna Sivertsen reisti í Sosialinum í farnu viku, tá ið hon mælti til, at vit gera sum íslendingar og at Løgtingið setir eina lóg í gildi sum beinleiðis forbjóðar børnum