Hans Peter og eg komu at kennast á heilt ungum árum miðskeiðis í fimtiárunum, og árini í Keypmannahavn frá 1957 til 1964 varð knýtt eitt vinarlag okkara millum, sum kom at halda fram tá vit aftur hittust her í 1973.
Hugur hansara stóð frá byrjan til sakføraravirki, og aftaná løgfrøðisligt embætisprógv í 1964 bleiv hann advokatfulltrúi í Norðursælandi. Seinni bleiv hann medinnihavari av virki í Keypmannahavn og var tey seinastu mongu árini seniorinnihavari av hesum virki og longu frá 35 ára aldri við møtirætti til hægstarætt.
Hans Peter var ein maður, sum fólk beinanvegin fingu virðing fyri. Hann var rættlinjaður sum fáur, lítillátin, arbeiðssamur, hóvligur og vinaligur. Og hartil var hann høgt virdur sum advokatur millum starvsfelagar her og heima. Hann hevði nógvar tungar sakir, ikki minst sum verji í revsimálum. So seint sum í summar møtti hann í hesum eginleika í hægstarætti, hóast sjúkan av álvara hevði fingið tamarhald á honum.
Hóast hann hevði búð meginpartin av lívinum í Danmark, høvdu Føroyar eitt stórt pláss í hjarta hansara. Og sum advokatur fyri føroyingar herniðri og heima hevði hann eitt sera gott umdømi. Hann førdi sakir fyri landsstyrið og aðrar stovnar og var umframt sera nógv brúktur av føroyingum herniðri. Mangan hjálpti hann fyri lítið og lætt, tá hann visti at t.d. ung fólk høvdu avmarkað ráð at gjalda fyri slíka tænastu.
Tær álitisuppgávur hann fekk frá almennu Føroyum í samband við Fíggingargrunnin, kanningar í samb. við bankamálið og loksins sum løgfrøðisligur ráðgevi fyri § 19 nevndina, veit eg, at hann var sera glaður fyri. Fáur hevði loyst hesar uppgávur betri og meira samvitskufult enn hann.
Eg hevði nógv samband við Hans Peter í hesi 30 árini, síðani eg kom aftur til Keypmannahavnar, bæði sum persónligur vinur og sum góður ráðgevi í nógvum høpi. Ikki minst skal eg nevna tey mongu árini vit sótu í nevndini fyri Føroyahúsgrunnin, og saman við øðrum stríddust fyri at fáa eitt Føroyahús í Keypmannahavn. Hann luttók trúliga øll árini, eisini sum løgfrøðiligur ráðgevi, uttan nakrantíð at fáa eina krónu í samsýning. Hansara loyalitetur og persónligi integritetur var nakað sum ein sjáldan ella aldri upplivir. Bert kundi ein ynskt, at alt hetta stríð, hann átók sær ókeypis, endaði uppá ein meira virðiligan máta.
Tá vit hildu seinasta ársskifti saman við Hans Peter og Solveig, vistu vit lítið at hetta kom at vera seinasta ferðin, vit komu saman í slíkum høpi. Hann var tá í viðgerð og útlitini fyri heilsubót vóru góð. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Álvarsligu sjúku sína tók hann, róligur sum hann var, á ein so virðiligan og opnan hátt, sum bert fá vildu gjørt tað. At hann visti hvagar leiðin gekk, fingu vit fatan av fyri mánaðum síðani, tá hann spurdur um heilsuna segði, at hann var glaður fyri at børnini vóru tilkomin og kláraðu seg sjálvi.
Vit eru nógv sum syrgja yvir Hans Peter, men allarstørst er sorgin hjá Solveig, sum eisini hevur sítt at dragast við, og hjá børnunum Ninu, Hans Mortani og Johan Henrik við familjum teirra. Gævi tit fáa styrki til at koma yvir stóra saknin.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um vinmannin og góða samstarvsfelagin Hans Peter.
Tryggvi Johansen